Hóast Eik Banki í tíðindaskrivi boðar frá, at teir hava verið í sambandi við landsstýrið um at skjóta pening í bankan, hevur Jóannes Eidesgaard onga viðmerking. Bæði Kringvarpið og Rás2 hava roynt at fingið eina viðmerking frá fíggjarmálaráðharranum, Jóannes Eidesgaard, so hevur tað ikki eydnast.
Tá Rás2 tosaði við hann fyri løtu síðani var einasta svarið, at hann onga viðmerking hevði.
Hann segði víðari, at hann fór at vera nógv upptikin í dag, men at vit kundu royna aftur seinni.
Einki annað er at gera, enn at taka hann upp á orðið.
Tíðindafundur verður annars í Eik Banka klokkan 11, og væntandi fæst meira at vita tá.