Næsta fríggjadag, tann 16. november, gevur Jóannes Símunarson aðru fløguútgávuni út í røðini Við Løkin.
Hendan fløgan kallast Jól við Løkin.
Talan er um eina fløguútgávu við nýggjum og eldri jólasálmum og sangum, sum Jóannes á sín serstaka hátt tulkar á flyglinum.
Í samband við fløguútgávuna verður sangkvøld og útgávukonsert í Løkshøll fríggjakvøldið 16. november klokkan 21.
Ætlanin við fløguni er, at lurtarin skal hoyra Jóannes spæla beinleiðis, uttan at nakað er lagt afturat upptøkunum.
Tí er fløgan tikin upp í Fríðrikskirkjuna á Toftum, har Jóannes setti seg við flyglið klokkan 10 og spældi út í eitt fram til klokkan 17.00 við tveimum steðgum.
Av innspældu løgunum eru 21 útvald til útgávuna, sum kemur í næstu viku.