Jóannes verður ikki pensjónistur

Tá ið Jóannes Eidesgaard klokkan tvey seinnapartin mánadagin fer út í Tinganes til løgmann við eini umbøn í lummanum um at verða loystur úr starvi sum landsstýrismaður, er tað ikki fyri at lata seg pensjónerast. Hann sigur, at tað hevur verið ein stór avbóðing hjá honum, at hann hevur brúkt síni bestu mandómsár í føroyskum politikki, við tveimum stórum kreppum.

Tí hevur hann ikki havt stundir til at givið sínum næstringum ta rúmd í hansara lívi, tey hava uppiborið.

Hann sigur, at hann hevur lagt nógva orku í politikk.

- Eg havi brent fyri politikki, sigur hann.

Men hann ætlar ikki at lata seg pensjónera. Hann verður verandi í Løgtinginum til næsta val, men hann stillar ikki upp aftur, hvørki til Løgting ella Fólkating.

Men hann ætlar sær eisini nýggjar avbjóðingar, tí nú vil hann hava okkurt heilt annað at takast við, sigur hann.

Hvat tað verður, veit hann ikki enn, sigur hann.

- Eg latið nú eina letur hurð aftur í vónini um, at onkur onnur hurð letur upp, sigur hann.