Eftir tær seks sýningar sum høvuðsleikari í Dr. Jekyll and Mr. Hyde, hevur Jóannes Lamhauge fingið tilboð um leiklut í sangleikinum, Annie, ið verður settur upp í London Jóannes Lamhauge hevði seinasta fríggjakvøldið frumframførslu við leikinum, Mr. Jekyll and Mr. Hyde, har hann leikti høvuðsleiklutin. Tær seks sýningarnar gingu so mikið væl, at hann eftir leikin fekk tilboð frá leikhúsið í London. Ætlanin hjá leikhúsinum er at seta upp sangleikin Annie í vár. Tey mettu Jóannes Lamhauge at hóska væl til leiklutin sum tíðindamannin, Bert Healy, og hevur hann fingið tilboð frá felagnum.
- Tað er ikki ein høvuðsleiklutur, men ein týðandi hjáleiklutur. Annie snýr seg um foreldraleysu Annie, ið gerst kend umvegis útvarpssending hjá Bert Healy, og tað er altso leiklutin sum Bert Healy, eg havi fingið bjóðað, sigur Jóannes Lamhauge.
Eftir ætlan skal sangleikurin setast upp í mai mánaði í London.
Tað var kortini ikki sjónleikaravegin, Jóannes Lamhauge hevði ætlað sær. Hann lesur í løtuni religiónsfilosofi á universitetinum í Canterbury. Tilboðið er kortini freistandi, og fer hann komandi dagarnar at taka støðu til um hann skal taka av tilboðnum.
Les greinina í Sosialinum í dag.










