Hvussu nógv starvsfólk eru sett í miðfyrisitingini hetta valskeiðið, hvussu nógv størv eru ikki sett í løtuni, hvussu nógv er fyrisitingin dýrkað og hvørji stig eru tikin til at endurskoða hana?
Hesir spurningar hevur Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sett løgmanni í skrivligum fyrispurningi um almenna fyrisitingarbygnaðin.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað stendur í samgonguskjalinum, at miðfyrisitingin skal endurskoðast. Millum annað stendur soleiðis í samgonguskjalinum:
»Til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyrisiting og almennar stovnar, má bygnaðurin endurskoðast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur betur í javnvág við vinnuliga sektorin.
Fyrisitingarliga lógarverkið verður endurskoðað, so umsitingin av øllum málsøkjum verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum.
Í samsvari við arbeiðið við nýggjum kommunubygnaði, verða partar av almenna sektorinum lagdir nærri borgarunum.«
Eisini vísir Jóannes Eidesgaard á kjakið, sum av og á hevur verið um bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Normann Christensen. Fólk hava í hesum kjaki reist spurningin, um hesar bygnaðarbroytingar vóru tær best hóskandi.
? Men kjakið hevur eisini snúð seg um, at hesin bygnaðurin gjørdist rættiliga kostnaðarmikil við munandi størri kravi til starvsfólkatal í mun til gomlu skipanina, tó uttan at ávísast kundi, at fyrisitingin gjørdist samsvarandi meira effektiv, sigur Jóannes Eidesgaard.