Í næstum fer ÍF Føroyar undir venjingina aftur, og 1. lið hjá felagnum hevur fingið nýggjan venjara. Julian Hansen er givin, og í hansara stað er komin Jóannes Jacobsen, skrivar heimasíðan hjá ÍF Føroyum. Jóannes er 33 ára gamal og skrivar í løtuni PhD-ritgerð á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Jóannes spældi við HB øll ungdómsárini.
Venjarar hjá 2. og 3. liði verða Birgar Larsen og Jón Henriksen, men felagið manglar framvegis venjara til kvinnuliðið.