Tað verður ein gamal kenningur á Svangaskarði, sum fer at hava ábyrgdina, tá ið B68 næsta kappingarár skal royna at fóta sær í Formula-deildini, eftir at teir í heyst tryggjaðu sær uppflying. Steðgurin í næstbestu deildini var eitt ár.
Nýggjur venjari hjá B68 verður Jóannes Jakobsen. Venjarin og Tofta Ítróttarfelag skrivaðu undir eitt ára samstarvssáttmála hóskvøldið, veit B68 heimasíðan at siga.
Jóannes Jakobsen er ikki ókendur á Svangaskarði. Hann vandi B68 í 2000 og í 2001. Bæði árini rukku toftamenn triðja plássinum og vunnu harvið bronsumerkini. Í ár hevur Jóannes vant AB í 2. deild, í fjør var hann venjari hjá B36 í bestu deildini. Hann hevur eisini verið venjari í VB, HB og KÍ, umframt at hann í mong ár spældi við HB og VB og í 25 altjóða skrásettum dystum var liðformaður á landsliðnum.
Útbúgvingarligu krøvini frá FIFA og umvegis FSF til venjararnar í fremstu røð eru nógv økt seinastu tíðina. Jóannes hevur ikki tikið allar útbúgvingarnar, sum nú verða kravdar, men tað verður sagt, at ætlanir eru um, at hetta skal fáast upp á pláss nú í vetur.
Jóannes verður høvuðsvenjari hjá B68. Hann fer at hava fulla ábyrgd av 1. deildarliðnum, og harafturat skal hann sambært B68 heimasíðuni hava fyrisitingarligu ábyrgdina av 3. deildarliðnum, unglingunum, dreingjunum og smádreingjunum. Hetta ber við sær, at venjararnir í lægru og yngru deildunum fara at arbeiða í tøttum samstarvi við Jóannes Jakobsen.
Tá ið sáttmálin varð undirskrivaður hóskvøldið søgdu bæði nýggi B68 venjarin og B68 formaðurin, Niclas Davidsen, at teir eru glaðir fyri, at tað nú er veruleiki, at teir skulu fara undir enn eitt samstarv.
Tilfarið
Jóannes Jakobsen loysir Julian S. Johnsson av sum venjari á Svangaskarði. Julian megnaði fyrsta árið, sum hann hevði ábyrgdina av B68 liðnum, at vinna næstbestu deildina og harvið at syrgja fyri, at B68 eftir eitt ár millum teir næstbestu, nú skal royna seg millum teir bestu, har teir annars høvdu verið síðani í 1981.
Julian skrivaði undan síðsta kappingarári undir tvey ára sáttmála við B68. Men tá ið málið, sum var at flyta upp, varð rokkið, boðaði Julian frá, at hann næsta ár verður spælari og ikki venjari hjá B68. Nú verður hann spælandi hjálparvenjari, og Julian vónar og roknar við, at tað skjótt eftir ársskiftið fer at bera honum til at venja saman við liðfeløgunum.
Síðani eina ferð tíðliga í summar hevur Julian verið plágaður av krossbandsskaða í knænum, sum bar við sær, at hann varð lagdur undir skurð í Danmark.
Á B68 heimasíðuni verður sagt, at onkur annar spælari skal vera á veg til B68. Meiri er ikki at frætta um hetta nú. Men tað hevur ljóðað, at Fróði Benjaminsen, sum í ár var við til at vinna FM heitið við B36, næsta ár aftur skal spæla við barndómsfelagnum á Toftum.
Niclas Davidsen, formaður í B68, sigur seg ongar viðmerkingar hava til hesi tíðindini, men hann váttar, at tað eru møguleikar fyri, at felagið fer at fáa onkrar aðrar spælarar afturat.
Um Fróði Benjaminsen aftur fer at spæla við B68, og um Julian S. Johnsson fer at endurvinna førleikan, sum hann hevði undan knæskaðanum, so verður møguleiki fyri, at fýra spælarar, sum inntil fyri ikki so langari tíð síðani vóru við í kappingini um sentral pláss á landsliðnum, fara at verða møgulig evni til B68 miðvøllin. Umframt Julian S. Johnsson og møguliga Fróða Benjaminsen eru eisini Øssur Hansen og Jann Ingi Petersen millum teirra, sum Jóannes Jakobsen nú fer at hava ábyrgdina av at venja.










