Jóannes skal venja AB

AB hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at Jóannes Jakobsen komandi ár fer at verða venjari hjá besta mansliði felagsins.
Jóannes var í fjør venjari hjá B36, har hann var við til at vinna silvur í bestu mansdeildini. Áður hevur hann verið venjari hjá VB, KÍ, HB og B68, og flesta staðni hava úrslitini verið heilt góð. Hetta er so fyrsta ferðin, at hann skal venja eitt lið í aðru deild, men stendur tað til argjamenn, so verður tann støðan helst bara galdandi í eitt ár.