Skaddan liggur um Nestindar,
Syrgnir drýpa teir høvur.
Kaldir kylja vindar,
smúgva sær um nøvur.
- - -
Legði tú um høv og fjørð,
borin væl til evna,
frøddist tú við frían knørr.
vítt um høv at stevna.
Lívið lær ei allan tíma,
heldur ikki maður.
Tungt tað er við nornu glíma,
sjálvt um ein er hagur.
- - -
Farin er nú frægur,
nornur løgdu høll í tráð
hollur var tú maður
segðist ikki annað frá.
Farin er nú tíð á foldum,
annað lív her liggur á.
Deyðin viknar undir moldum,
aðra sól skal sálin sjá.
Hvíl í friði!
------
Hóri 16. juli 2012










