Fríggjadagin letur upp listaframsýning í Leikalund, har Jóannes S. Hansen sýnir fram málningar
Jóannes hevur mála í mong ár og sýndi hann fram fyrstu ferð í 1965. Tað var í Runavík í kjallaranum hjá Karl Jóhan Hansen, har býráðið heldur til í dag. Árið eftir, í 1966, sýndi hann fram í prentsmiðjuni Estra í Syðrugøtu. Tað var Stig Rasmussen sum stuðlaði undir og gav framsýningini heitið Ung List, og í 1967 var hann við á Ólavsøkuframsýningini í Tórshavn.
Tó hevur Jóannes serliga lagt seg eftir at sýna fram í Eysturoynni, millum annað eisini tí hann hevur hildið, at har hevur tørvur verið á tiltøkum, listini at frama.
Á framsýningini í Leikalund í Klaksvík, hevur Jóannes 25 nýggjar akrýlmálningar, sum eru málaðir í vetur.
Myndevnið er rættuliga naturalistiskt, við denti á hvussu ymsu árstíðirnar, samdøgrið og dagligu ljóssamansetingarnar hátta sær.










