Jóannes S. Hansen 60 ár

Í dag, týsdagin 24. apríl, verður Jóannes Símunarson Hansen í Saltangará 60 ár. Jóannes var í nógv ár bankamaður, og mong komast við hann frá listarliga pallinum, har hann hevur gjørt vart við seg bæði við penslinum og innan sang og tónleik.
Jóannes varð føddur á Toftum. Mamman er Karla fødd Joensen og ættað úti á Lið í Sørvági. Pápin var Símun Hansen ættaður úr Túni á Toftum. Tá ið Jóannes varð føddur, búðu tey inni hjá ommuni og abbanum, Sannu og Andriasi Hansen í Túni.
Símun var vinnulívsmaður, og harafturat var hann fyrsti leiðarin í deildini hjá Føroya Banka í Runavík. Jóannes var trý ára gamalur, tá ið tey fluttu í húsini í Runavík, sum eisini hýstu Føroya Banka. Í 1960 fluttu tey í húsini, sum Karla og Símun høvdu latið byggjað úti á Mýrunum.
Karla og Símun fingu seks børn: Jóannes (1947), Sanna (1951), Andreas (1955-1958), Kristina (1958-1984), Andreása (1959) og Kára (1961). Jóannes, Andreása og Kára búgva í Saltangará, og Sanna býr í Rókini í Saltnesi.
Tað var dyggur smeitur hjá familjuni, tá ið Símun doyði av sjúku í 1968 – bara 45 ára gamalur. Jóannes kendi og hevur síðani kent stóra ábyrgd fyri mammuni og systrunum. Stórir sjógvar hava fleiri ferðir skolað omanyvir tey, og tað hevur styrkt um familjubandið, sum er ógvuliga tætt.
Eftir preliminerskúlan á Glyvrum var Jóannes eitt sindur til skips við Sildrekanum, sum pápabeiggin, Júst í Túni, førdi og átti saman við Símuni og øðrum. Síðani fór Jóannes í læru í Føroya Banka. Hann starvaðist í Føroya Banka í Saltangará og hinum deildunum í Eysturoy og í Havn inntil í 1997. Seinni var Jóannes í sjey ár deildarleiðari hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn. Eitt skifti arbeiddi Jóannes í peningastovni í Keypmannahavn, har hann samstundis var undir eftirútbúgving, og í nakrar mánaðir var hann hjá útgerðarfelag í Haugesund í Noregi.
Nú arbeiðir Jóannes í eldrasambýlinum á Skála, har tey njóta gott av fjølbroyttu og kreativu evnunum hjá 60 ára føðingardagsbarninum.
Pápanum og Louisi mammubeiggjanum dámdu væl at royna seg við penslinum. Hetta festi eisini í hjá Jóannesi, sum longu á Ólavsøku í 1966 luttók í fyrstu framsýningini. Hetta var í auluni í Kommunuskúlanum í Havn.
Í mong ár hevur Jóannes undirvíst í máling í kvøldskúlum í Eysturoy, og fleiri teirra, sum nú eru viðurkendir listarmenn og hava listina sum livibreyð, royndu seg fyrstu ferð við lørifti og pensli í kvøldskúla hjá Jóannesi, sum undirvísti, uppmuntraði og gav íblástur og sjálvsálit. Jóannes hevur ofta luttikið á framsýningum – bæði einsamallur og saman við øðrum, heima og burturi.
Í 1965 varð Berøa í Saltangará bygt. Longu frammanundan, at Berøa varð reist, hevði Jóannes í fleiri ár verið orgulspælari í sunnudagsskúlanum í salinum á Toftum. Øll árini í Berøa hevur Jóannes verið ógvuliga trúfastur í samkomuni. Hann var sunnudagsskúlalærari inntil fyri tíggju árum síðani, og hann hevur verið álitið í undirspæli til felagssangin øll árini – bæði í sunnudagsskúlanum og á møtunum.
Tá ið jarðarferðir hava verið úr salunum hjá brøðrasamkomunum á Skála, í Søldarfirði, á Toftum og í Saltangará hevur Jóannes sum oftast spælt undir og verið forsangari á grøvini. Slíkt er trúfesti.
Tað er einki at liggja omaná, at tað liggur framúr væl fyri hjá Jóannesi at spæla og improvisera á orglinum og klaverinum. Hetta megnar hann sum fáur.
Tey fyrstu árini, eftir at Berøa varð bygt, hevði Jóannes saman við øðrum sangkór. Í sjeyti árunum var hann við í Miðnáttarsangbólkinum, sum var til stóra gleði í Berøa og nógva aðra staðni kring landið. Tað kemur framvegis meiri enn so fyri, at sangir eru av hoyra av báðum bondunum, sum Miðnáttarsangbólkurin gav út.
Hjá mongum er tað fastur táttur í vikuskiftisrútmuni seinnapart leygardagar at njóta væl valdu løgini og sangin hjá Jóannesi, sum í mong ár hevur havt Menuettina. Tað er eisini vorðið afturvendandi, at Jóannes jólaaftan hevur sangsending í Útvarpinum. Hann hevur samband við nógv fólk, og í hesum sendingunum eru tað ofta lokalar kreftir í Eysturoy, sum sleppa at royna seg. Ikki so sjáldan er tað føðingardagsbarnið, sum eigur undirspælið.
Jóannes giftist 31. oktober í 1970 við Sæunn Ólavsdóttir Gregersen úr Syðrugøtu. Hon er dóttir Elin Mariu og Ólav Gregersen, sála. Sæunn og Jóannes búðu eitt stutt skifti í Syðrugøtu, áðrenn tey fluttu í snøggu húsini í Saltangará, har tey eiga hugnaligt heim. Børnini hjá Sæunn og Jóannesi eru Símun Jóannesarson Hansen (1972), Elin Maria Jóannesardóttir av Reyni (1978) og Ólavur Jóannesarson Hansen (1980). Símun og Ólavur búgva í Keypmannahavn, og Elin Maria býr í Hoyvík. Jóannes eigur tvær abbadøtrar og ein abbason í Keypmannahavn.
Í kvøld klokkan 19 verður 60 ára føðingardagurin hildin í Berøa, har øll eru hjartaliga væl komin. Tað skuldi ikki undrað, um Jóannes fer at hava harmonikuna hjá sær. Sangurin gongur sum smurt, tá ið Jóannes spælir undir – um tað so er á orglinum, á klaverinum ella á harmonikuni.
Hjartaliga tillukku við degnum ynskja vit øll!
Jóannes