Jóannes og Cascaval vóru dagsins menn

Tvær frísparksperlur vóru avgerandi, tá ið meistararnir í Víkingi vunnu 2-1 ímóti B36

Tað gekk soleiðis, sum tað varð roknað við, tá ið fjórða umfar í Betri Deildini var á skránni seinnapartin.

KÍ helt stásið við líka við at vinna 3-1 á heimavølli ímóti AB. Stóri maðurin á heimaliðnum var Jóannes Bjartalíð, sum skoraði øll trý heimamálini. Harvið er hann saman við Meinhard E. Olsen hjá B36 ovast á máltindinum.

Tá ið Rasmus Dan Sørensen hjá AB minkaði um munin til 2-1, var tað fyrsta málið yvirhøvur, sum fór ígjøgnum hjá KÍ í ár.

 

Eftir tvey tap á rað reisti Víkingur seg á heimavølli ímóti B36. Meinhard E. Olsen legði B36 framum. Hann hevur skorað í øllum fýra umførunum. Tvey framúr mál, sum Adrian Cascaval skoraði, bóru heimasigurin við sær. Í báðum førum var talan um mál, sum vórðu skorað beinleiðis uppá fríspark, og í báðum førum varð bólturin sendur uppum manngarðin og dygst undir samankomingina.

 

Í Runavík vann NSÍ 3-1 ímóti 07 Vestur. Tað verður bíðað eftir, at Klæmint A. Olsen skal taka málmetið. Tað varð ikki í dag. Eftir málleysan fyrra hálvleik skoraðu Árni Frederiksberg, Jóhan Troest Davidsen og Pól Jóhannus Justinussen. Gilli Samuelsen minkaði um munin til 2-1.

 

Á Hólmanum á Eiði eydnaðist tað HB at vinna 2-0. Einasta málið skoraði Símun Samuelsen við brotssparki miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at Dan í Soylu varð feldur. Arnbjørn Hansen varð skiftur inn á EB/Streyma liðið, og hann fekk bóltin í HB málið, men tað varð bríkslað fyri rangstøðu.

 

Í gjárkvøldið vann Skála 3-0 á heimavølli ímóti Suðringum.

Fimta umfar verður longu hósdagin, og sætta umfar verður um eina viku.

 

KÍ - AB 3-1 (2-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð 12.

2-0: Jóannes Bjartalíð 31.

2-1: Rasmus Dan Sørensen 60.

3-1: Jóannes Bjartalíð br 63.

 

EB/Streymur - HB 0-1 (0-0)

0-1: Símun Samuelsen br

 

Víkingur - B36 2-1 (1-1)

0-1: Meinhard E. Olsen 4.

1-1: Adrian Cascaval 33.

2-1: Adrian Cascaval 69.

 

NSÍ-07 Vestur 3-1 (0-0)

1-0: Árni Frederiksberg

2-0: Jóhan Troest Davidsen

2-1: Gilli Samuelsen

3-1: Pól Jóhannus Justinussen

 

Leygardagin

Skála - Suðringar 3-0 (1-0)

1-0: Brian Jakobsen 4.

2-0: Andri Benjaminsen 81.

3-0: Brian Jakobsen 86.

 

44008112
NSÍ4301939
EB/Streymur4211637
HB4211457
Skála4202536
Víkingur4202556
B364112664
Suðroyingar4103293
AB4022262
07 Vestur4013391

 

Fimta umfar

Hósdagin 12. apríl

EB/Streymur - NSÍ

Skála - HB

07 Vestur - KÍ

B36 - Suðroyingar

AB - Víkingur