Jóannes nýggjur sendimaður í Keypmannahavn

Tekur við nýggja starvinum í heyst

Tað verður Jóannes Vitalis Hansen, ið framyvir skal røkja starvið sum føroyskur sendimaður í Keypmannahavn. Tað skrivar Kringvarpið.

Nýggjur sendimaðurin tekur við starvinum 1. oktober, men fer fyrstu tíðina at røkja tað úr Føroyum.

Kringvarpið veit tó at siga, at tað er óvist, um sendimaðurin yvirhøvur flytur til Keypmannahavn. Hetta tí at Uttanríkismálaráðið ynskir eina størri játtan á fíggjarlógini, um sendimaðurin skal flyta til Danmarkar. Í ár er játtanin 3,6 milliónir krónur.

At vera sendimaður er ikki eitt ókent yrki fyri Jóannes V. Hansen. Frá 2011 til 2015 røkti hann starvið sum sendimaður í Bretlandi við heimstaði í London. Síðstu fýra árini hevur hann starvast í Uttanríkismálaráðnum.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið upplýsir, at Jóannes Vitalis Hansen er 39 ára gamal og hevur útbúgving í altjóða viðurskiftum og diplomati frá University of Aberystwyth og University of Nottingham.