Jóannes: Møguleikin ongantíð verið størri

FSF Varpið: Jóannes Jakobsen heldur, at hetta er størsti møguleikin at koma víðari

Undir seinastu venjingini áðrenn dystin móti Malta, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin kl. 19:45, fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen

 

Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini

 

- Vit hava altíð ein møguleika. Líka mikið hvørjum vit spæla ímóti. Og møguleikin at spæla seg víðari til eitt endaspæl, hevur ongantíð verið størri enn nú, so sjálvandi fara vit eftir sigrinum móti Malta, sigur Jóannes Jakobsen í samrøðu við FSF Varpið.

 

Landsdysturin móti Malta, sum er í nýggju Nations League kappingini, verður á Tórsvølli í morgin. Dysturin byrjar klokkan 19.45, meðan FM1 byrjar at senda longu klokkan 10 við fótbóltsdámi.