KÍ kom á slóðina aftur aftaná tapini ímóti B36 og HB. KÍ vann í dag tryggan 3-0 sigur á EB/Streymi á heimavølli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen, frásøgumanni hjá FM1 av teimum trimum málunum KÍ fekk, tá KÍ vann 3-0 á EB/Streymi á heimavølli.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við 2-0 málskjúttan hjá KÍ, Jóannes K. Danielsen.
Jóannes K. Danielsen er glaður fyri at skora eitt mál fyri besta liðið hjá KÍ, men hann heldur avgjørt, at KÍ skuldi vunnið meir enn 3-0 í dag.
Jóannes K. Danielsen sigur, at nú ræður um hjá KÍ at hanga í og ikki missa takið aftur. Um HB tapir nakrar dystir, og KÍ heldur fram at vinna so er samband við oddaliðið aftur.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við Aksel B. Danielsen hjá EB/Streymi hoyrist HER