Jóannes hjálpir HB

Leygarkvøldið kunngjørdi HB, at Jóannes Jakobsen næstu tvey árini skal vera hjálparvenjari hjá nýggja HB-venjaranum, Kristján Guðmundsson, sum í heyst var settur at venja Vodafone-liðið hjá føroyameistarunum. Jóannes Jakobsen hevur sín uppruna í HB, sum hann eisini fyrr hevur spælt við og vant, umframt at hann hevur verið spælari og venjari hjá feløgum sum VB, KÍ, B68, B36 og AB.