Jóannes Hansen 50

Í dag, fríggjadagin 19. august, fyllir Jóannes Hansen á Toftum 50 ár

Jóannes er ættaður úr Klakksvík, sonur Ragnhild og Karsten Hansen. Foreldrini vóru bæði ættað úr Svínoy og búsettust á Gerðareiði í Klakksvík. Tey eiga børnini Hanus, Jóannes og Finngerð.

Í 1972 tók Jóannes realprógv við Klakksvíkar Skúla og studentsprógv úr Hoydølum í 1975. Síðani virkaði hann eitt ár sum læraravikarur við Klakksvíkar Skúla. Í 1976 fór Jóannes á læraraskúla í Havn, men flutti í 1978 til Danmarkar, har hann fullførdi læraraútbúgvingina á Emdrupborg Seminarium í 1980.

Árini 1980-84 starvaði Jóannes sum lærari við Jakobsskolen í Keypmannahavn, men síðani fór hann at lesa samfelagsfrøði og landafrøði á RUC, har hann tók prógv í 1987. Síðani gekk leiðin aftur til Føroya, har hann fekk starv á Studentaskúlanum í Eysturoynni og starvast framvegis.
Í 1975 flutti familjan til Onglands at búgva eitt ár. Lestrarárið 1995-96 las Jóannes Political Science á Oxford Brookes University.

Vit sum vuksu upp saman við Jóannes minnast, at hann gjørdi skjótt vart við síni sjónarmið, og hann dugdi at føra bæði munn og penn. Í mong ár góvu næmingar í framhaldsdeildini í Klakksvíkar skúla út næmingablaðið "Roðin". Jóannes var eitt skifti blaðstjóri. Ein av fyrstu blaðstjórunum á Roðanum var Finnbogi Ísakson. Nevnast kann, at saman við Finnboga Ísaksyni skrivaði Jóannes triðja bindið av Løgtingið 150 ár.


Blaðskrivingin á Roðanum hevur helst givið íblástur, tí Jóannes fór seinni at skriva í Norðlýsinum. Í dag tykist Sosialurin at njóta gott av hesi sveinaroyndini í blaðskriving úr Klakksvík.

Samfelagsviðurskifti og ítróttur áttu stóran áhuga hjá Jóannes, og hann royndi seg eisini í ítrótti. Í 1968 og 1969 var hann talvmeistari í dreingjabólkinum hjá Klakksvíkar Talvfelag. Hann var við til at vinna FM í hondbólti í dreingjadeildini fyri Stjørnuna í 1970 og FM í fótbólti í unglingadeildini fyri KÍ í 1973. Í 1974-76 leikti hann stundum á 1. liði hjá KÍ.

Umframt ítrótt hevur Jóannes havt stóran áhuga í politikki. Men her kenna vit hann best sum eygleiðara og viðmerkjara "uttanfyri vøllin". Valkvøldini er hann fastur gestur hjá SVF, og fáur hevur so gott innlit í politisk viðurskifti sum Jóannes. Ofta fregnast fólk um hvønn politiskan lit Jóannes hevur, men trupult er at lodda dýpið. Vit sum minnast aftur á yngri dagar vita, at Jóannes hevði avgjørdar "litaðar" politiskar meiningar, men tað vildi verið ein beistagerð móti vinmanninum at avdúka hetta á fimmti ára degnum.

Jóannes var limur í grundlógarnevndini, og er nú limur í stjórnarskipanarnevndini. Jóannes sat í bygdarráðnum í Nes kommunu 1993-2000. Seinna skeiðið sum næstformaður.

Árini í Keypmannahavn var Jóannes virkin í kristiligum arbeiði í Kristnastovu á Amager, eins og hann er tað í samkomuni Nebo á Toftum.

Jóannes giftist í 1978 við Sannu í Túni av Toftum. Tey búsettust á Toftum, tá tey fluttu aftur til Føroya í 1987. Saman eiga tey døturnar Randi og Elisabeth. Randi er gift Símun J. Hansen, og tey eiga dóttrina Sannu.

s.r.