Tað koyrir sum eftir ánni hjá KÍ og Jóannes Bjartalíð.
Í dag vann KÍ sín fjórða sigur av fýra møguligum, og hetta var gjørt møguligt av einum hattricki, ið Jóannes Bjartalíð stóð fyri, tá KÍ vann 3-1 á AB í tí fyrsta heimasigrinum í Klaksvík hetta kappingarárið.
Tað nervar ikki Jóannes Bjartalíð, at KÍ hevur spælt og skal spæla nógvar útidystir í fyrru helvt av kappingini. Heimadystirnir fara at koma væl við í seinnu hálvu av kappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Jóannes Bjartalíð í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har Jóannes setti orð á sigurin og á tey trý málini.
Hóast KÍ møtir aftasta liðnum, 07 Vestur komandi hóskvøld er Jóannes Bjartalíð eyðmjúkur um uppgávuna, og tað skal arbeiðast hart aftur í Sørvági hóskvøldið fyri, at KÍ skal fáa trý stig.
Samrøðan Rás2 gjørdi við Jobin Drangastein hjá AB hoyrist HER