Tað var havnarmaðurin Jóannes Gaard sum í vetur hevði fangað størsta hemaran.
Ein dagin, hann var til fiskiskap eydnaðist honum at hála ein 177 kilo stóran hemara innanborða. Hetta var samstundis størsti hemarin í kappingini.
Fyri hetta fekk hann í fyrstu syftu høvuðsvinningin, ið var ein kekkur uppá 25.000 kr. frá Trygd.
Ikki nokk við tað, tí Jóannes fekk eisini triðstørsta hemarin í vetur. Hesin vá 95 kilo.
Næststørsta hemaran fekk Heini Weihe. Hesin vá bert sjey kilo minni enn tann størsti, nevniliga 170 kilo.
Íalt luttóku 30 mans í kappingini. Sjálvur heldur fyriskiparin, Magni Blástein at talið kundi verið munandi hægri.
- Kappingin hevur hinvegin fingið góða umrøðu í ár. Tí vænti eg at tað verða minst 50 mans við í kappingini komandi vetur, sigur hann.
myndir
007
Teir hugna sær við einum góðum práti um veður og hemarar
29
Teir tosa saman og evnið hesaferð er nýggja spælið
45
Jóannes Gaard við teimum mongum vinningunum, m.a. einum spæli frá Bátatænastuni
54