Jóannes er nýggjur formaður

Á ársfundi hjá Unga Tjóðveldinum um vikuskiftið varð Jóannes Vitalis Hansen valdur til nýggjan formann eftir Annlis Bjarkhamar

 

Jóannes Vitalis Hansen úr Havn er nýggjur formaður í Unga Tjóðveldinum.

Unga Tjóðveldið hevði um vikuskifið ársfund á Kambsdali, har millum annað nýggj nevnd varð vald. Og tá forkvinnan gjøgnum nógv ár, Annlis Bjarkhamar, ikki valdi at stilla upp aftur, skuldi eisini nýggjur formaður finnast.

Nýggja nevndin hjá Unga Tjóðveldinum hevur skipað seg við Jóannes Vitalis, sum formanni, Rúna Nielsen, sum næstformanni, Katrin Bech, sum skrivara, Jógvani Philbrow sum kassameistara og Jógvani Jacobsen sum talsmanni.

Ársfundur Unga Tjóðveldissins staðfesti, at einasta virðiliga støða fyri tjóðina er, at Føroya fólk skipar seg sum sjálvstøðugt lýðveldi.