Jóannes endurvann heiðurin

Annað árið á rað varð Jóannes Bjartalíð valdur til ársins unga leikara í Effodeildini

 

Ársins ungi leikari í Effodeildini er júst blivin kosin. Vinnarin gjørdist 20 ára gamli Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, ið hevur havt eitt sera gott kappingarár. Jóannes vann heiðurin framman fyri 22 ára gamla Hørð Askham hjá B36 og 18 ára gamla liðfelaga sín úr KÍ, Jákup B. Andreasen.

 

Jóannes Bjartalíð vann eisini sum ársins ungi leikari í fjør. Hann er tann fyrsti nakrantíð, ið vinnur hendan heiðurin tvey ár á rað.

 

Tað var serliga í fyrru hálvu, at Jóannes Bjartalíð var heilt stóri profilurin hjá KÍ. Mangan sýndi ungi, álopssinnaði miðvallarin stórspæl. Í 16 dystum í fyrru hálvu skoraði hann heili 14 mál. Í seinnu hálvu var spælið ikki heilt av leið, men tó ikki líka sannførandi. Í seinnu hálvu skoraði Jóannes Bjartalíð trý mál, og harvið skoraði hann tilsamans 17 mál í Effodeildini hetta kappingarárið.