Jóannes EM-viðmerkjari á Rás 2

Fyrrverandi landsliðsleikarin og núverandi venjarin Jóannes Jakobsen fer at gera viðmerkingar á Rás 2 í sambandi við EM-endaspælið. Sosialurin ger tíðindi á Rás 2, og í tíðindasendingunum fer Jóannes at útgreina dystirnar, sum hava verið. Jóannes Jakobsen fer eisini at gera sær nakrar tankar um dystirnar, sum standa fyri framman.
- Eg fokuseri upp á tað reint fakliga í tí, altso hvat tað er, sum hendir inni á vøllinum. Eg eygleiði og fylgi væl við í hagtølum, tí ofta eru tað tendensir, sum eru, til dømis at flestu málini í teimum fyrstu dystunum komu upp á deyðbóltar, sigur Jóannes Jakobsen, sum fer at gera viðmerkingar til EM-endaspælið í Portugal hvønn gerandisdag á Rás 2.
Umframt Jóannes Jakobsen fara aðrir fótbóltskønir persónar at gera viðmerkingar av og á, men Jóannes verður at hoyra hvønn dag.
Tíðindi á Rás 2 eru klokkan 12:00, klokkan 16:00 og klokkan 18:00 hvønn gerandisdag.

--

www.ras2.fo - Rás 2 frekvensir

Tórshavn102.0 MHz
Vestmanna102.5 MHz
Sørvágur102.5 MHz
Suðuroy102.6 MHz
Sornfelli106.0 MHz
Støðlafjall106.5 MHz
Brúnaskarð107.0 MHz
Eysturhøvdi107.5 MHz
Miðvágur107.5 MHz