Jóannes Eidesgaard: Vinnuhúsið stendur ov einsamalt

Havnar Arbeiðsmannafelag fekk nýggjan formann fyri stuttum. Hans Joensen varð valdur, og eg vil nýta høvið til at ynskja honum tillukku og góða eydnu við starvinum. Hetta er vissiliga eitt álitisstarv, og tungur verður eisini arvurin at lyfta eftir tann navnframa Karl Johansen, men við áræði og dirvi skal tað bera til

Í einari samrøðu hoyrdi eg nýggja formannin seta fram ynski um, at arbeiðsmannafeløgini framyvir fór at standa meira saman. Hann hugsaði ivaleyst fyrst og fremst um sáttmálasamráðingar. Hetta er sanniliga eitt gott og bjart mál at seta sær, og eg vil eisini skunda mær at ynskja honum og allari arbeiðararrørsluni eydnu við tí.
Fyri ikki so nógvum árum síðani tók arbeiðsgevarasíðan stig til, at vit fingu sokallaða Vinnuhúsið. Eitt á allan hátt skilagott stig. Vinnuhúsið hevur síðani verið ein aktivur partur av samfelagskjakinum. Teir hava dúgliga meldað sína áskoðan út um mangt og hvat. Alt frá einari alt ov stórari almennari umsiting til fløskuhálsar á ansingarøkinum umframt mangt annað.
Fyri okkum politikkarar hevur tað verið ein stórur fyrimunur, at vit nú hava eina rødd, sum umboðar arbeiðsgevarasíðuna á arbeiðsmarknaðinum, antin tú so ert samdur ella ikki. Nú eru tað ikki longur mongu arbeiðsgevarafeløgini, sum siga nakað, men nú er tað teirra felags organ Vinnuhúsið, sum úttalar seg. Hetta frøast vit um, men samstundis sakna vit tess meira, at ein og bert ein tilsvarandi rødd eisini er frá løntakarasíðuni.
Fjølmiðlarnir taka tíðunt ymiskt frá heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum og bera tað fram, men altíð standa hesi sjónarmið so nakin, tí ein rødd frá fakfelagssíðuni ikki samstundis hoyrist.
Nú hava vit ofta lyndi til at samanbera okkara viðurskifti við viðurskiftini í øðrum londum. Men taka vit hetta økið, so síggja vit, at í øllum Norðurlondum hava boðskaparnir frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum stóran týdning fyri almenna kjakið. Hvussu ofta hoyra vit ikki endurgivið, at nú hava LO ella DAF sagt hetta ella hatta? Og hvussu ofta síggja vit ikki ymiskar analysur um viðkomandi mál verða kunngjørdar, sum eitt nú LO ella DAF hava framleitt? Og á henda hátt eru partarnir altíð aktivir í kjakinum, ja mangan seta teir sjálvir dagsskránna.
Vit hava so fingið eina arbeiðsgevararødd Vinnuhúsið, og tað er avgjørt eitt framstig, Men framstigið er ikki fullkomið, fyrr enn vit eisini hava fingið eina føroyska LO-rødd. Eitt hús, har sjónarmiðini hjá tí samlaði føroyski løntakarasíðuni onkursvegna verða savnað til eitt sjónarmið.
Eg veit fullvæl, at hetta er ikki so lætt sum hjá arbeiðsgevarunum, men tá tað ber væl til í øðrum londum, so hví ikki eisini her hjá okkum? Arbeiðsmannafeløgini og arbeiðskvinnufeløgini kundu kanska tikið fyrsta stigið. Hetta er ikki sagt sum ein rødd fyri einari samanlegging, tí tað mugu feløgini sjálvandi sjálvi finna út av, men hetta verður sagt fyri at skunda undir, at sjónarmiðini á einari og somu síðu verða samansjóðaði.
Hettta hevði verið til stóran fyrimun fyri almenna kjakið, og vit høvdu veruliga fingið tvær røddir, sum við vekt høvdu kunnað sett sín dám á orðaskiftið umframt sjálvi at sett dagssrkánna. Hetta hevði gjørt boðskapin greiðari.
Latið tí ikki Vinnuhúsið framyvir standa so einsamalt.