Landssstýrisfólk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum í gjárkvøldið var samgonguskjalið millum ABC flokkarnar til viðgerðar, og sum Sosialurin skilur, var hetta sera væl móttikið. Semja var um, at her vóru sera mong sosialdemokratisk fingramerki á, so leiðslan og tingmanningin fingu sera jaliga móttøku á fundinum fyri innihaldinum í samgonguskjalinum. ??
Sosialurin skilur, at málið um, hvør skal vera landsstýrisfólk var ikki til viðgerðar. Tað fer at verða tikið upp á fundi fyrrapartin. Men eftir øllum at døma eru tað fleiri, sum bjóða seg fram. Tað ljóðar, at flokkurin ynskir at velja landsstýrisfólkini millum verandi tingmanning. Um tað so verður neyðugt at fara út um tingmanningina at leita eftir einum fíggjarmálaráðharra stendur so opið skilst.
Men fyribils hava hesi nøvn verið nevnd í sambandi við landsstýrissessirnar: Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm, John Johannessen, Eyðgunn Samuelsen og Axel Johannessen.
Tað skilst annars, at Jóannes Eidesgaard helst fer at taka seg aftur til at vera tingmaður og vera meira virkin sum formaður í flokkinum. Gitingar um formansstríð í flokkinum, skilur Sosialurin, vórðu jarðaðar á fundinum. Formaðurin í flokkinum er og fer framhaldandi at vera Jóannes Eidesgaard.