Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer longu í morgin og komandi dagarnar at hava samrøður við umboð fyri Finansiel Stabilitet og onnur, ið hava áhuga fyri viðurskiftunum viðvíkjandi framtíðini hjá Eik. Tað boðar hann frá í tíðindaskrivi í kvøld.
Hann miðjar eftir, at støðan í Eik, skal elva til minst møguligt órógv á føroyska samfelagið.
Eik umboðar á leið helmingin av føroyska bankageiranum. Tað, at Eik Banki verður lagdur í eitt dóttirfelag hjá Finansiel Stabilitet merkir, at ikki stórvegis nýtt virksemi hjá verandi viðskiftafólki kann setast í verk. Gongur ov long tíð at finna eina loysn fyri bankan, er stórur vandi fyri, at Eik Banki syndrast.
- Ein sannlík avleiðing av hesum hevði verðið steðgur ella afturgongd í føroyska búskapinum við vaksandi arbeiðsloysi.
- Tað er umráðandi, at borið verður sera skjótt at við at finna eina loysn á framtíðina hjá Eik Banka, sigur Jóannes Eidesgaard.
Landsstýrismaðurin í fíggjarálum staðfestir, at fyri at borgarar og fyritøkur skulu fáa bestu og bíligastu tænastur, er sera týdningarmikið, at kapping veruliga er á føroyska bankamarknaðinum.
- Á fundi, ið Fíggjarmálaráðið skipaði fyri 27. september við serfrøðingar á ymiskum økjum, var niðurstøðan púra greið, at tryggja kapping er neyðugt við minst tveimum stórum bankum, eftir føroyskum viðurskiftum.
Hann sigur, at tí skal arbeiðast fyri, at fáa sunna og haldføra partin av føroyska partinum av Eik so skjótt sum gjørligt úr aftur Finansiel Stabilitet.
Í hesum sambandi verður dentur lagdur á , at varðveita Eik sum ein sjálvstøðugan, sterkan, vinnuligan banka.
- Hetta merkir at finnast mugu føroyskir íleggjarar, ið kunnu taka sær av at skipa og stýra einum banka, sum kann taka yvir føroyska partinum av Eik Banka, sum tá byggir á veruligu virðini.
- Arbeitt eigur at vera skjótt við at finna føroyskar íleggjara til ein nýggjan banka.
Er tað ynskiligt, ætlar Jóannes Eidesgaard at vera við at samskipa føroyskar áhugapartar, so at ein skjót endurreisn av Eik Banka verður
Samstundis ætlar hann at skipa fyri kunnandi fyndi, har umboð fyri Finansiel Stabilitet fara at greiða frá, hvussu bankavirksemi o.a. verður framt í tíðini, til ein endalig føroysk bankaloysn er funnin.