- Vit mugu tora at leggja hægri avgjøld á bæði borgarar og vinnulív.
Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður í Javnaðarflokkinum á fundi fyri javnaðarhugaðum í Suðuroy í gjárkvøldið.
Hann vísir á, at tað er neyðugt at hallið á fíggjarlógini upp á 800 milliónir,verður vent til eitt avlop rættiliga skjótt.
Men tað gerst ikki við sparingum aleina.
- Tí slepst ikki undan, at vit eisini økja um inntøkurnar hjá landskassanum við at breiðka skattagrundarlagið, sum tað so diplomatiskt eitur.
- Framyvir ber tað ikki til, at vit bara hyggja eftir útreiðslunum, tá ið fíggjarlógir verða lagdar.
- Vit verða eisini noydd til at hyggja eftir inntøkunum hjá landskassanum og skulu vit gera okkum vónir í at fáa tað alneyðugu javnvágina á fíggjarlógina hesi næstu heilt fáu árini, verður neyðugt at breiðka skattagrundarlagið.
Bæði borgarar og vinnulív
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at tá ið hann tosar um at breiðka skattagrundarlagið, hugsar hann bæði um at økja skattatrýstið á borgarum og á vinnulívi
- Eg hugsi serliga um møguleikan, sum onnur lond brúka og tað er at skatta tilfeingið, sum tað almenna letur ókeypis og sum onnur kunnu vinna stóran pening av.
Men landsstýrismaðurin hugsar eisini um avgjøld á alivinnuna fyri at brúka firðir og sund til aling.
Hann er greiður yvir, at hetta er kanska ikki rætta tíðin at tosa um at leggja størri byrðar á vinnulívið, men staðfestir samstundis, at nú er stundin komin til at hugsa øðrvísi.
Men umframt økt avgjald til vinnulívið, hugsar hann eisini um grøn gjøld.
- Tað er fáa staðni í Evropa, kanska ongastaðni, at bensin og diesel er so bíligt, sum í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann hugsar eisini um at skatta samfelagsskaptan vinning av fastari ogn
Hann vísir á, at innistandandi í penginastovnum og avkast av partabrøvum verða skattað.
- Men tað ber væl til at keypa hús ella jørð í dag og selja tað aftur við stórum vinningi um nøkur ár, uttan at hava gjørt nakað fyri at økja um virðið.
- Tað er órímiligt, at vit ikki tora at skatta vinning av slíkum sølum við einum 35% ella onkrum líknandi.
Hinvegin hevur eisini onkur borið upp á mál at seta ognarskatt í gildi í Føroyum.
Men hetta er ikki nakað, Jóannes Eidesgaard ætlar sær í holt við.
- Tað er bara eitt, sum er verri dámt í Føroyum enn at tosa um at hækka skattin og tað er at tosa um ognarskatt og tað er ikki ein spurningur, sum er á dagsskrá, leggur hann afturat.
Ikki skatt á lønir
Tá ið Jóannes Eidesgaard bara tosar um hægri avgjøld, er tað tí at hann heldur, at tann vanligi skatturin av lønum kann ikki hækka meiri.
- Tað er ikki so undarligt, at vit hava eitt tað hægsta skattatrýstið í verðini á vanligum lønum. Tað er tí, at vit skatta so at siga onki uttan vanligar lønir og nú er so mvg komið afturat.
- Men tann skrúvan kann valla skrúvast meiri, so tað verður neyðugt at breiðka skattagrundarlagið við nýggjum avgjøldum fyri at fáa fleiri inntøkur í landskassan, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hann leggur afturat, at aðrastaðni er skattaskipanin munandi meiri fjølbroytt við avgjøldum av ymsum slagi.
Ein avbjóðing
Spurningurin er, hvussu Jóannes Eidesgaard ætlar at røkka hesum endamálinum at breiðka skattagrundarlagið, tí hann er í samgongu við tveir flokkar, sum milt sagt hava hug at fara í baklás, bara teir hoyra orðið skattahækking, ella sum heldur vilja tosa um at loysa trupulleikan við at biðja danir um hægri blokk.
Hann ásannar, at tað verður ein avbjóðing.
Hann staðfestir samstundis, at Javnaðarflokkurin stendur fast við, at stig verða tikin til at úvega landskassanum nýggjar og størri inntøkur á fíggjarlógini fyri næsta ár.
- Hetta haldi eg, at Javnaðarflokkurin skal standa fast við, hóast siðvenjan er, at alt fer fullkomiliga í svart, beinanvegin orðið skattahækking verður nevnt.
- Einasta alternativ er at spara, eisini á teimum bleytu virðunum.
Eisini á vælferðarøkinum og á teimum bleytu játtanunum er nógv spart frammanundan og Jóannes Eidesgaard sigur, at á hesum øki er pínumarkið hjá javnaðarflokkinum heilt tætt við at verða rokkið.
Skattalættar og niðurskurður merkjast
Men nú hevur samgongan sjálv frammanundan latið skattalættar, sum kosta landskassanum næstan 400 milliónir um árið.
- Ja, tað er rætt. Tað var eitt borgarligt projekt. Men tað var ein telving í samgonguni, sum endaði við tí og sum eg skal viðganga, at Javnaðarflokkurin tók undir við í samgonguni. Men samstundis varð útgjaldið úr samhaldsfasta hækkað, leggur Jóannes Eidesgaard afturat.
Hann ásannar, at skattalættin tað merkist í landskassanum í dag.
- Men tað merkist sannliga eisini, at blokkurin varð lækkaður, leggur hann afturat.