Javnaðarflokkurin fer at boða frá á tíðindafundi í kvøld, at Jóannes Eidesgaard leggur frá sum landsstýrismaður í fíggjarmálum beinanvegin, og at flokkurin fer at velja nýggjan formann á landsfundinum í vár.
Tað veit Rás2 frá álítandi keldum.
Jóannes Eidesgaard takkar sostatt fyri seg í føroyskum politikki. Javnaðarflokkurin fer á floksleiðslufund klokkan 17.30, og tá skal nýtt landsstýrisfólk veljast. Hvør tað verður, kunngerð flokkurin á tíðindafundi klokkan 19.00.
Javnaðarflokkurin hevur landsfund í vár, og tá skal nýggjur formaður veljast.
Jóannes Eidesgaard fyllir 60 ár tann 19. apríl í ár, og tá kann hann fara frá við fullari løgmanspensjón. Tað er bara Anfinn Kallsberg, sum hevur gjørt tað fyrr.