Jóannes Eidesgaard í stjórnina fyri Realin

Fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, hevur tilnevnt Jóannes Eidesgaard av Tvøroyri til stjórnarlim í Føroya Realkreditstovni.

Jóannes Eidesgaard er fyrrverandi Løgmaður og m.a. eisini fyrrverandi fíggjarmálaráðharri. Hann avloysir Óla Heinesen úr Klaksvík, ið hevur sitið í stjórnini fyri Realin síðani 1988.

Føroya Realkreditstovnur virkar sambært løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998, við seinni broytingum.

Endamál stovnsins er at veita fígging til skip o.t. við heimstaði í Føroyum. Sambært lógini tilnevnir landsstýrismaðurin tríggjar stjórnarlimir. Tilnevningin er fyri 5 ár.

Jóannes Eidesgaard byrjar sum stjórnarlimur í Realinum 1. august í ár.

Hinir stjórnarlimirnir eru Virgar Dahl av Oyri og Ulla Svarrer Wang úr Tórshavn. Tilnevningarskeið teirra ganga fram til ávikavist 2015 og 2016.

(Kunning frá Fíggjarmálaráðnum)