Jóannes Eidesgaard sjeyti

Í dag, 19. apríl, fyllir Jó­ann­es Eid­es­gaard, fyrr­­verandi løg­mað­ur, 70 ár

 

Jóannes Eidesgaard er kend­ur úr pol­i­tikki, hóast hann fyri góðum tíggju ár­um síð­ani legði frá sær sum for­maður Javn­að­ar­floks­ins og sum lands­stýr­is­mað­ur floksins. Hann er javn­an at hoyra í miðl­u­num við sínum beinraknu grein­ing­um av dagsins poli­tikki, har hann ikki legg­ur fingrarnar ímillum, um tað so eru gerðir hjá hans­a­ra egnu partafólkum ella mót­støð­u­fólk­um, hann skal greina.

Síðani hann gjørdist fyrr­verandi politikari við eft­ir­løn hevur hann gjørt ym­ist valgerðararbeiði, mest kenna vit hann nú sum odd­a­mann í Reyða Krossi Før­oya, har hann hev­ur verið formaður sein­astu árini.

Jóannes Eidesgaard er út­búgv­in lærari á Føroya Lær­ar­a­skúla í 1977, og starv­að­ist hann sum lærari við Tvør­oyar skúla, til pol­it­iska yrkisleiðin tók yvir í 1990. Hann byrjaði tó sína pol­itisku starvsleið sum bý­ráðs­lim­ur á Tvøroyri í 1980. Men landskendur gjørd­ist hann, tá hann varð vald­ur á ting á løg­tings­val­i­num í 1990, tá Javn­að­ar­flokkurin gjørdi eitt rimm­ar­val og fekk 10 ting­fólk vald. Jóannes Eid­es­gaard gjørdist eisini lands­stýr­is­maður í lands­stýr­i­num, sum Atli Dam skip­aði eftir tað løg­tings­val­ið. Tað var í januar í 1991, har hann fekk heilsumálini at um­sita.

##med2##

Í trupulu krepp­u­áru­num frá 1993-1994 sat hann við fíggjarmálum í lands­stýr­i­num. Har var hann við til at leggja lunnar und­ir ALS skipanina, með­an arbeiðsloysi og hús­a­gang­ir vóru ger­and­is­kost­ur. Ein skipan, sum gjørdist tryg­d­arnetið hjá før­oy­ing­um í kreppuárunum.

Hann gjørdist formaður Javn­að­ar­floksins í 1996, tá Mar­ita Petersen valdi at leggja forkvinnusessin frá sær.

Sum formaður Javn­að­ar­floks­ins var hann and­støðu­leið­ari frá 1996, tá hann tók Javnaðarflokkin úr lands­stýrinum hjá Ed­m­undi Joensen, til 2004, tá hann sum løgmaður skip­aði samgongu millum Javn­­a­ð­­ar­­flokkin, Fólk­a­flokk­­in og Sam­bands­flokk­­in – ta fyrru ABC sam­­gong­­una.

##med3##

Ringasta valið nakra­n­tíð hevði Javn­að­ar­flokk­ur­in havt í 1994, tá flokkurin misti helmingin av ting­mann­ing­ini og fór úr 10 nið­ur í 5 tingsessir. Tí var alt at vinna á valinum í 1998. Men tá var tað Tjóð­veld­is­flokk­ur­in, sum dróg longra stráð­ið, fólkið var – eins og Javn­að­arflokkurin hevði ver­ið í fleiri ár – í øð­ini inn á donsku stjórnina og serliga danska Javna­ð­ar­flokk­in við Poul Nyrup Ras­mus­sen á odda. Fólk­ið vildi loysa, hildu tey í Tjóð­veld­­i­s­flokk­i­num, sum fingu lokk­að Fólk­a­­flokk­­i­n og Sjálv­­stýr­is­flokk­in at vera loys­ing­ar­flokk­ar í nøk­ur ár - fram til 2003, tá full­veld­is­ætl­an­i­n koll­sigl­di av inn­an­hýs­is stríði.

Hesi árini andøvdu Javn­­að­­ar­flokk­ur­in og Jó­ann­es Eidesgaard ímóti. Fólk­­ið andøvdi ímóti, danska stjórnin andøvdi í­­móti – so loysingin kom ikki á hesum sinni og tyk­ist nú at vera longri burtur enn nakr­a­ntíð, tó at breið semja er um at gera broyt­in­g­ar, sum flyta vald og á­virk­an úr Keyp­manna­havn til Føroyar.

##med4##

Virkni and­støðu­leikl­ut­ur­in hjá Jóannes Eid­es­gaard førdi hann í 1998 á Fólka­ting – tað var góðan mánað fyri rimmarvalið hjá Tjóðveldisflokkinum til løgtingsvalið 30. apríl í 1998. Spenta støðan mill­um javn­að­ar­flokk­ar­nar báð­ar í rík­inum hevði ført við sær, at Jóannes Eid­es­gaard hevði lovað føroysku velj­a­­runum, at hann ikki fór upp í danska Javn­að­ar­flokk­in, sum siður hevði ver­ið. Tað gav at bíta, tá tað so kom at standa á jøvn­um mill­um blokk­ar­nar í Dan­mark, har Fólk­a­flokkurin var ein in­te­grer­að­ur partur av danska Konservativa flokk­i­num. Jóannes Eid­es­gaard var nú tungan á vág­skál­ini sum kundi gera av, um Poul Nyrup Ras­mus­sen skuldi halda fram sum for­sæt­is­ráð­harri, ella um Uffe Ell­e­mann Jensen úr Vinstra skuldi fáa møgu­leik­an. Jóannes helt orð um ikki at fara upp í danska syst­ur­flokkin, men lov­aði ikki at fella eina javn­að­ar­stjórn, og tí slapp Poul Ny­rup Rasmussen við skrekk­i­num. Men aft­ur­fyri fekk nýggja full­veld­is­lands­stýrið eftirgivið eina heila milliard í skuld, sum danska stjórnin hevði hongt um hálsin á lands­stýr­i­num í bank­a­málinum.

Sum nevnt gjørdist Jó­ann­es Eidesgaard lø­gm­að­ur í 2004 í fyrru ABC sam­gong­uni. Sum løgmaður røkti hann uttanríkismál har hann eitt nú fekk í lag Hoy­víks­sátt­málan – og før­oysk sendistova var latin upp í Íslandi. 

Stór mál í hansara løg­mans­tíð vóru eitt nú Sam­halds­fasti, sum var munandi styrktur og út­bygd­ur, sum kundi fleir­falda útgjaldið.

Eftir løgtingsvalið í jan­uar í 2008 helt Jóannes Eid­es­gaard fram sum løg­mað­ur, men við nýggjari sam­gongu millum Javn­að­ar­flokk­in, Tjóðveldi og Mið­flokk­in. Hendan sam­gong­an skrædnaði tó longu í september. Tá varð seinna ABC sam­gongan skip­að, har Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen úr Sam­bands­flokk­i­num tók við sum lø­g­mað­ur, og Jóannes Eid­es­gaard gjørdist aftur fíggj­ar­mál­a­ráðharri. Hetta starv­ið røkti hann til hann í febr­uar 2011 boðaði frá, at hann ynskti at gevast sum fíggj­ar­málaráðharri og sum formaður Javn­að­ar­floks­ins – og at hann fór at gev­ast í politikki á næsta val­ið. Og tá løgtingsvalið var 29. oktober í 2011 var Jó­ann­es Eidesgaard ikki á lis­t­anum.

Seinastu 10 árini hevur Jó­ann­es Eidesgaard notið sítt ot­ium – men sam­stund­is verið virkin í yms­um samfelagsarbeiði. Eitt nú við gamla skipinum hjá Rík­is­um­boðnum, Thors­havn, sum nú er heima­hoyr­andi á Tvøroyri, og so ikki minst við Reyða Krossi.

Sum at kalla einasti fyrr­verandi politikari hev­ur hann verið sera árvakin við sínum viðmerkingum til dagsins politikk, sum sjáld­an eru merktar av part­a­politikki, tí hann gevur rís og rós til allar síður. Ein sonn dygd.

Jóannes Eidesgaard er ætt­að­ur av Tvøroyri. Sonur Erl­ing og Jonu Eidesgaard. Hann er giftur við Annitu, og eiga tey børnini Erling og Ing­un. Abbabørnini eru seks í tali og lang­abba­børn­ini trý.

Hjartaliga tillukku við degn­um, Jóannes!

---

Tey seks landsstýrini, sum Jóannes Eidesgaard var partur av árini frá 1991 til 2011:

 

6): Landsstýrið skipað 26. september 2008:

(Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin)

 ##med5##

Kaj Leo Holm Johannesen, løgm. sb. - stýrisskipan
Jørgen Niclasen, lstm. ff. - uttanríksmál
- frá 19. januar 2011: Jacob Vestergaard ff.
- frá 6. apríl 2011: Kaj Leo Holm Johannesen, løgm. sb.
Jóannes Eidesgaard, lstm. jv. - fíggjarmál
- frá 20. februar 2011: Aksel V. Johannesen jv.
Hans Pauli Strøm, lstm. jv. - heilsumál
- frá 14. juli 2009: Kaj Leo Holm Johannesen, løgm. sb.
- frá 20. juli 2009: Aksel V. Johannesen, jv.
- frá 20. februar 2011: John Johannessen, jv. 
Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - mentamál
Jóhan Dahl, lstm. sb. - vinnumál
Jacob Vestergaard, lstm. ff. - fiskivinnumál
- frá 6. apríl 2011: Kaj Leo Holm Johannesen, løgm. sb.
- frá 4. mai 2011: Johan Dahl, sb.
Rósa Samuelsen, lstk. sb. - almannamál
Annika Olsen, lstk. ff. - innlendismál
- frá 6. apríl 2011: Kaj Leo Holm Johannesen, løgm. sb.
- frá 4. mai. 2011: John Johannessen, jv.
- frá 4. mai. 2011: Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. kommunumál

##med6##

5): Landsstýrið skipað tann 4. februar 2008

(Javnaðarflokkurin,Tjóðveldi og Miðflokkurin)

Jóannes Eidesgaard, løgm jv. - stýrisskipan
Hans Pauli Strøm, lstm. jv. - almanna- og heilsumál
Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - løgmál
Høgni Hoydal, lstm. tj. - uttanríkismál
- frá 15. september 2008: Jóannes Eidesgaard, løgm. jv.
Tórbjørn Jacobsen, lstm. tj. - fiskivinnu- og tilfeingismál
- frá 15. september 2008: Jóannes Eidesgaard, løgm. jv.
Kristina Háfoss, lstk. tj. - mentamál
- frá 30. august 2008: Óluva Klettskarð
- frá 15. september 2008: Jóannes Eidesgaard, løgm. jv.
Bjørt Samuelsen, lstk. tj. - vinnumál
- frá 15. september 2008: Jóannes Eidesgaard, løgm. jv.
Karsten Hansen, lstm. mf. - fíggjarmál

##med7##

4): Landsstýrið skipað tann 4. februar 2004:

(Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin)

Jóannes Eidesgaard, løgm jv. - stýrisskipan og uttanríksmál
Hans Pauli Strøm, lstm. jv. - almanna- og heilsumál
Jóhan Dahl lstm. sb. - fiskivinnumál
- frá 23. februar 2004: Jóannes Eidesgaard, løgm. jv.
- frá 25. februar 2004: Bjørn Kalsø, lstm. sb.
Bárður Nielsen lstm. sb. - fíggjarmál
- frá 9. mai 2007: Jóannes Eidesgaard, løgm. jv.
- frá 15. mai 2007: Magni Laksáfoss, lstm. sb
Jógvan við Keldu lstm. ff. - innanlandsmál
- frá 1. desember 2005 kl. 19.00: Jacob Vestergaard, lstm. ff.
- frá 23. november 2007 kl. 17.00: Heðin Zachariasen, lsm. ff.
- frá 25. januar 2008: Jóannes Eidesgaard, løgm. jv.
Jógvan á Lakjuni lstm. ff. - mentamál
Bjarni Djurholm lstm. ff. - vinnumál

##med8##

3): Landsstýrið skipa tann 10. september í 1994:

(Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Verkamannafylkingin)

Edmund Joensen, løgm., sb. – Stýrisskipan, uttanlandsmál, løgmál, oljuvinna og almenn starvsfólkaviðurskifti
Jóannes Eidesgaard, varaløgm., jv. – Fíggjar- og búskaparmál
Ivan Johannesen, lstm., sb. – Fiskivinnumál og alivinna
Eilif Samuelsen, lstm., sb. - Umhvørvis-, orku-, skúla-, kommunu- og norðurlandamál
Andreas Petersen, lstm., jv. – Almanna- og heilsumál
Óli Jacobsen, lstm. vkmf. – Ídnaðar-, handils- og vinnumál, arbeiðaramál, landbúnaðarmál, tryggingarmál og dóms- og politimál
- frá des. 1995 Axel Nolsøe, lstm., vkmf.
Sámal Petur í Grund, lstm., sj. - Samskiftis- og mentanarmál, ferðavinna og sjóvinna 

##med9##

2): Landsstýrið skipað tann 18. januar í 1993:

(Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin)

Marita Petersen, løgm., jv. - Uttanlandsmál og løgmál
Finnbogi Ísakson, vløgm., tj. - Fíggjar- og búskaparmál
Thomas Arabo, lstm., jv. - Fiskivinnu- og ídnaðarmál
Jóannes Eidesgaard, lstm., jv. - Almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmál
Signar Hansen, lstm., tj. (á Brúnni) - Umhvørvis-, orku- og kommunumál
Bergur Jacobsen, lstm., sj. - Mentanar-, skúla- og norðurlandamál

##med10##

1): Landsstýrið skipað tann 15. januar í 1991:

(Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin)

Atli P. Dam, løgm., jv. til 18 jan. 1993 - Uttanlandsmál
Jógvan Sundstein, vløgm. ff. - Fíggjar- og kommunumál
Thomas Arabo, lstm., jv. - Ídnaðar- og handilsmál
Jóannes Eidesgaard, lstm., jv. - Almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmál
Marita Petersen, lstm., jv. - Mentanar-, skúla- og løgmál
Svend Aage Ellefsen, lstm., ff. - Samferðslu-, umhvørvis- og orkumál
John Petersen, lstm., ff. - Fiskivinnu- og landbúnaðarmál