Tað, sum sermerkir samgonguna, er atgerðarloysi á mongum økjum. Tað var farvælheilsanin frá fráfarandi formanninum í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, tá ið hann helt sína seinastu formansrøðu fyri Javnaðarfólki í morgun.
- Samgongan brúkar nógv orð, men hevur fá úrslit.
Hann staðfesti, at samgongan hevur onki felags projekt og tí hongur hon saman av berum vana.
Men hann heldur, at Javnaðarflokkurin eigur at seta sær síni politisku mál og so kanna eftir í politisku skipanini, hvør vil vera við og hvør vil ikki.
Í hesum sambandi legði hann serliga dent á fyri fundarfólkinum, at tað er alneyðugt at nýskipa fleiri týðandi økjum í samfelagnum.
- Annars koma vit ikki víðari. Og hetta má gerast nú, tí annars fara aðrar skipanir í samfelagnum at detta sundur.
Í hesum samnbandi hugsar hann serliga um at nýskipa fiskivinnuna, kommunurnar, skúlaverkið, heilsuverkið og og almannaverkið, har samfelagið ikki skal lofta øllum, men skal lofta teimum ordiliga, sum veruliga hava brúk fyri tí.
Og so staðfesti hann, at Javnaðarflokkurin kann heldur ikki longur liva við, at smáir minnilutabólkar í samgonguni javnan og savnam forða fyri skilagóðum politikki.








