Einflokkaskipanina kendu vit eystan fyri jarntjaldið, men líkt er til, at í minsta lagi ein føroyskur flokkur heldur, at so leingi teirra flokkur er umboðaður, so er føroyski sannleikin umboðaður. Spell kortini, tí evnið á ráðstevnuni er bæði áhugavert og týdningarmikið.
Í einum tíðindaskrivi frá Norðuratlantsbólkinum verður sagt, at Danmark verður umboðað av Svend Auken, næstformanni í Fólkatinginum úr danska Javnaðarflokkinum og Henriettu Kjær, almannamálaráðharra úr Konservativa flokkinum. Grønland verður umboðað við komandi formanninum úr Siumut (Javnaðarflokkinum), Josef Motzfeldt úr IA umframt teir báðar fólkatingslimirnar Lars Emil Johansen úr Siumut og Kuupik Kleist úr IA.
Tá tað so kemur til Føroya, so er umboðanin avmarkað til Høgna Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum og Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum.
Nú veit eg ikki, hvat tjóðveldisumboðini ætla sær við ráðstevnuni, men vanligt er, at tá ráðstevna verður hildin, so leggur man seg eftir, at evnið verður so breitt og sakliga lýst sum gjørligt. Hetta er beinleiðis ein skylda, serliga tá ráðstevnan skal vera fyri almenninginum.
Tí undra tað meg stórliga, at Norðuratlantsbólkurin ikki hevur boðið eitt nú hinum fólkatingsliminum úr Føroyum Lisbeth L. Petersen við. Ella tá man nú hevur javnaðarflokkarnar úr bæði Grønlandi og Danmark við, so hevði tað uttan iva verið uppá sítt pláss, at føroyski Javnaðarflokkurin var umboðaður. Men tað er hann so heldur ikki.
Tað kann væl ikki hugsast, at teir eru bangnir fyri, at onkur onnur rødd úr Føroyum kundi sagt nakrar sannleikar, sum kámaðu eina mynd, teir sjálvir ætla at mála fyri áhoyrarunum. Og um so er, ja so er als ikki talan um nakra ráðstevnu.
Men Tjóðveldisflokkurin hevur so valt øðrvísi. Hetta mugu so áhoyrarar og ikki minst fjølmiðlar taka við, um teir t.d. ætla sær at brúka nakað av tí, sum kemur fram á ráðstevnuni. Tí føroysku sjónarmiðini eru við slíkari einflokka umboðan frammanundan einsrættaði.
Kanska skuldi Lisbeth L Petersen sum umboð á Fólkatingi longu nú tikið stig til at fyriskipað eina alternativa ráðstevnu við breiðari umboðan fyri at fáa evnið: "Hevur ríkisfelagsskapurin nakra framtíð?" lýst til fulnar. Og sjálvandi skuldi Tjóðveldisflokkurin verið umboðaður, men sjálvsagt ikki einsamallur. Tá høvdu vit møguleikan til at fingið eina ráðstevnu við javnvág og ikki sum nú við stórari slagsíðu.