Jóannes Eidesgaard kann uttan iva setast í fongsul fyri sín skendska atburð. Tað kann gerast sera dýrt fyri Javnaðarflokkin
Heldur enn vegna Javnaðarflokkin at biðja um umbering fyri at Katrin Dahl Jacobsen av tingsins røðarapalli hevur samanborið Høgna Hoydal við Hitler, ger Jóannes Eidesgaard í bløðunum í gjár tað øvuta: Hann gevur Katrini Dahl Jacobsen rætt! Sambært Eidesgaard KANN Høgni Hoydal veruliga samanberast við eitt av størstu bølmennum í mannasøguni.
Formaður Javnaðarfloksins skrivar soleiðis:
"Tjóðveldisflokkurin skírdi meg fyri hálvan føroying, og Lisbeth L. Petersen fyri hálvan dana, meðan Høgni Hoydal var einasti rætti føroyingurin. Hvat minnir slíkt okkum um? Hvør brúkti júst somu terminologi um ta reinu rasuna?"
Jóannes Eidesgaard sipar til eina lýsing, sum stóð í Sosialinum dagin fyri síðsta løgtingsval.
Men hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Høgni Hoydal høvdu gjørt ella góðkent hesa lýsing.
Sama kvøld sum lýsingin stóð í blaðnum, ringdi Høgni Hoydal persónliga til bæði Lisbeth og Jóannes. Hann greiddi teimum frá at hetta ikki var hansara verk, men bað kortini um umbering fyri, at tey vórðu sett fram sum vánaligir føroyingar. Tað veit eg, tí eg sat í sama rúmi.
Dagin eftir, valdagin, tók lýsingarfyritøkan Team 85 fulla og heila ábyrgd av lýsingini, og gjørdi greitt, at Tjóðveldisflokkurin hvørki hevði bílagt hana ella góðkent hana. Málið fekk seinni avleiðingar innanhýsis á lýsingarfyritøkuni, eins og sakarmál bleiv millum Tjóðveldisflokkin og Team 85.
Alt hetta veit Jóannes Eidesgaard.
Kortini brúkar hann hesa lýsing í enn eini roynd at samanbera Høgna Hoydal við sjálvan Hitler.
At Javnaðarflokkurin ger slíkt, er vorðið gerandiskostur. Bara hesa farnu tíðina eru fýra dømi:
Líkið av Annu Lindh var ikki meir enn kólnað, fyrr enn blaðstjórin á Sosialinum royndi at seta drápið í samband við føroyska fullveldisvongin.
Undir fíggjarlógarviðgerðini pástóð pástóð Kristian Magnussen av tingsins røðarapalli, at Tjóðveldisflokkurin hevði "forlovað seg" við terrorfelagsskapinum ETA.
Undir somu viðgerð royndi Katrin Dahl Jacobsen at seta Høgna Hoydal í samband við nazistarnar.
Og so kemur sjálvur formaðurin fram. Í stíli við sínar partamenn nýtir hann í gjár skendskar lygnir í royndini at seta Høgna Hoydal í bás við tað stýrið, sum drap 6 milliónir jødar, hevði við sær at Europa varð sundursorað, og at 60 milliónir menniskju mistu lívið.
Eg skilji væl, at javnaðarmenn eru frustreraðir, nú teir sita í andstøðu á áttanda ári. Men um Jóannes Eidesgaard heldur, at slíkar lygnir, slík álop og slík sjúklig útspilling fara at gera hann til løgmann, má hann trúgva um aftur.
Eitt sindur av heiðurligheit er framvegis til. Bæði millum fólk og millum politikarar. Og einki heiðurligt menniskja kann góðtaka tann atburð, sum leiðsla Javnaðarfloksins sýnir í løtuni.
Tí eru í løtuni tíverri ikki útlit til, at nøkur breið tjóðskaparlig semja verður funnin í bræði. Hóast nógv, bæði í Fólka- og Tjóðveldisflokkinum, fegin vildu gjørt eina slíka semju saman við Javnaðarflokkinum. Við síni óndu herferð setir Javnaðarflokkurin seg sjálvan uttanfyri alt samstarv.
Nakað heilt annað er, at Jóannes Eidesgaard helst endar í geglinum, um Høgni Hoydal stevnir fyri ærumeiðing. Og so leingi hann situr har, verður hann ið hvussu er ikki løgmaður...