Jóannes Eidesgaard hevur onga viðmerking

Rás2 hevur prátað við Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum í dag, men hann hevur onga viðmerking um spurningin, hví hann ikki luttók í skrúðgonguni á Ólavsøku og í viðgerðini av løgmansrøðuni. Miðlahúsið hevur roynt at fingið orðið á Jóannes Eidesgaard seinastu vikurnar, men tað hevur ikki eydnast. Landsstýrismaðurin hevur verið burturstaddur.

Nú er hann aftur í Føroyum, men hann vil ikki svara spurningunum, sum Rás2 setti honum í dag.

Rás2 vildi vita, hví Jóannes Eidesgaard ikki hevur luttikið í skrúðgonguni á ólavsøku, síðan Kaj Leo Johannesen setti seg í løgmanssessin. Landsstýrismaðurin varð spurdur, um hann ikki er sinnaður at ganga aftan fyri Kaj Leo Johannesen, og um hann ætlar sær at luttaka á skrúðgonguni í komandi ári.

Men svarið frá Jóannes Eidesgaard er greitt og einfalt. Hann hevur onga viðmerking.

Lesið eisini

»Vit skulu virða Eidesgaard«