Jóannes Eidesgaard: ? Hetta var mítt størsta ynski

Jóannes Eidesgaaard, fólkatingslimur: - Tað hevur verið mítt størsta ynski at hitta Mandela, og hesaferð gekk ynski út

Jan Müller

úr Keypmannahavn


Føroyski fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg, løgmaður og frú vóru føroysku umboðini, sum mánadagin og týsdagin nýttu høvið til at heilsa uppá suðurafrikanska forsetan, Nelson Mandela, tá hann vitjaði Danmark fyri at takka fyri stuðulin móti apartheidstýrinum.

Løgmaður var saman við Mandela, tá Margretha drotning beyð til galladøgurða mánakvøldið og tá forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen hevði morgunmat fyri Mandela og fylgi í gjár - og fólkatingsmaðurin Jóannes Eidesgaard var saman við Mandela, tá samkoma var í Landstingsalinum í Fólkatinginum fyri øllum fólkatingsmonnum.

- Nelson Mandela man roknast sum ein av teimum størstu statsmonnum í hesi øldini. Hóast hann hevur sitið í fongsli í meira enn 27 ár, so gavst hann ikki á hondum í stríði sínum móti teirri órættvísu og mannafíggindaligu Apartheidskipanini. Og tað, sum sermerkir henda mann, er hansara ótrúliga toleransa og fyrigeving. Eftir øll hesi ár í fangatippi gevur hann sínum mótstøðumonnum hondina og ger semju við teir. Hann vísir ongan beiskleika, og tað er hetta, sum eg haldi er so stórt og stórtsinnað.

Jóannes Eidesgaard er sera fegin um at hava havt hetta kanska einasta høvið at vera saman við Mandela.

- Eg havi mangan sitið og lurtað eftir útvarpinum fríggjadag og hoyrt fólk siga, at teirra størsta ynski í lívinum var at hitta Nelson Mandela. Tað hevur eisini verið mítt stóra ynski, og hesaferð eydnaðist tað so.

Jóannes Eidesgaard sigur, at skuldi hann valt millum Clinton, forseta og Mandela, so hevði hann heldur valt at hitta Mandela.

- Hóast hann ikki hevur eins stórt vald sum Clinton, so hevur hann eina so ótrúliga fortíð og lagnu, at hon gevur okkum øllum nakað gott at hugsa um.

Sosialurin fekk ikki eyga á hin føroyska fólkatingsmannin, Óla Breckmann, tá samkoma var fyri Nelson Mandela í Fólkatinginum í gjár.