Jóannes Eidesgaard í Grasagarði

   

Niels Uni Dam
Vættrastígur 6, kj.
FO-100 Tórshavn
?????????????????
Tað frøddi meg almikið at hoyra røðuna, sum løgmaður helt í Grasagarði ólavsøkuaftan. Røðan vísti dirvi og vit. Mín virðing fyri bæði Jóanesi Eidesgaard og løgmans-em-bætinum vaks. Al-mennu Føroyar sendu ein kláran boðskap, at Føroyar eru fyri allar føroyingar, og at tol-semi og andsfrælsi skulu ráða.
At Jenis av Rana, sum umboðar ein andaliga víðgongdan minniluta, finnist at løgmanni, vísir bert hvussu beinrakin røðan var. Jenis má ikki gloyma at tolsemi gongur báðar vegir. Vit sum hoyra til meirilutan av føroyingum, vísa tolsemi yvir fyri Jenis, hann hevur andsfrælsi, og tað skal hann hava. Men neyðugt er at eisini hann vísur tolsemi yvir fyri øðrum.
Tað var júst hetta sum løgmaður umrøddi; skulu Føroyar vaksa sum tjóð, eiga vit at hava virðing yvir fyri hvør øðrum.
Takk fyri røðuna løgmaður. Sjálvt um eg ikki havi valt teg, ella nakran í tínum parlamentariska grundarlagi, so gjørdist tú eisini mín løgmaður í Grasagarði.