Jóannes Eidesgaard fremur valdsmisnýtslu

Velir flokskammeratar í almennan grunn við feitari løn

Vegna Miðflokkin

Karsten Hansen
Bill Justinussen
Jenis av Rana
---------------------------




Miðflokkurin átalar skeivu framferðina hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, nú hann í úrtíð hevur skift tveir nevndarlimir í Húsalánsgrunninum út.

Landsstýrismaðurin sigur orsøkina vera, at vrakaðu nevndarlimirnir ikki eru politiskt samdir við honum um, hvussu Húsalánsgrunnurin eigur at skipast í framtíðini. At ein landsstýrismaður sigur fólki í almennum álitisstørvum upp, tí tey eru ósamd politiskt, og síðani setir partísoldatar í sessirnar í staðin, samstundis sum hann fleirfaldar teirra samsýning, er onki minni enn álvarslig valdsmisnýtsla av hægstu rók. Framferð landsstýrismansins gongur ímóti demokratiskum kjarnuvirðum sum talu- og skrivifrælsi.

Tað er ósakligt og ímóti øllum fyrisitingarligum reglum at geva fólki í almennum sessum fótin, tí tey politiskt eru ósamd við avvarandi landsstýrismann. Og tað er enn meiri ósakligt og gongur enn meiri ímóti øllum meginreglum um góða fyrisiting, at formaður Javnaðarfloksins velur tveir floksfelagar í fjálgu almennu sessirnar í staðin. Og meðan pensjónistar enn eina ferð verða hart raktir av almennum sparingum, meðan børn við serligum tørvi og skúlabørn sum heild verða rakt av sparingum á skúlaøkinum, meðan verkafólk í stórum tali framvegis ganga arbeiðsleys, avger landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini er formaður Javnaðarfloksins, at almenna samsýningin hjá nývaldu partísoldátunum skal fleirfaldast í mun til frammanundan.

Tingmanning Miðfloksins kann ikki góðtaka, at Jóannes Eidesgaard á hendan hátt misnýtir sín landsstýrissess til at reka partapolitikk við almennum starvssetanum, og fer tí at heita á landsstýrismálanevndina um at kanna allar lutir í hesum máli.

Vegna Miðflokkin

Karsten Hansen
Bill Justinussen
Jenis av Rana