Jóannes Eidesgaard viðgekk í Degi og Viku hóskvøldið, at hann datt av undir einum almennum borðhaldi, har millum onnur 25 útlendskir sendiharrar við makum vóru hjástødd. Í Degi og Viku bað Jóannes Eidesgaard um fyrigeving, og nógv bendir á, at tað fer formaður Javnaðarfloksins at fáa.
Bergur Dam, næstformaður Javnaðarfloksins, skal í dag á fund saman við restini av floksleiðsluni, har óhepni atburðurin hjá Jóannes Eidesgaard verður eitt av evnunum. Hann metir ikki, at Jóannes Eidesgaard hevur nakra orsøk at ræðast fyri fundinum.
- Jóannes Eidesgaard hevur gjørt eitt mistak. Men hann hevur eisini havt tað dirvi at standa alment fram og viðganga sítt mistak og lova, at tað sama ikki hendir aftur. Tað taki eg í fullum álvara, og tað fer at gera viðgerðina á fundinum nógv lættari, væntar Bergur Dam.
Sjálvur heldur hann ikki, at óhepni atburðurin hjá Jóannesi Eidesgaard eigur at fáa avleiðingar fyri formanssessin í flokkinum, og tað væntar hann heldur ikki fer at henda.
Ongan alkoholtrupulleika
Spurdur um Jóannes Eidesgaard hevur ein alkoholtrupulleika, svarar Bergur Dam, at tað hevur hann ikki sær vitandi.
- Eg havi kent Jóannes Eidesgaard síðan vit vóru smádreingir, og eg eri ikki av teirri fatan, at alkohol er ein trupulleiki fyri hann. Hetta var heldur ein einsamøll óheppin hending enn eitt generellur trupulleiki, sigur Bergur Dam. Hesum er næstformaðurin so mikið vísur í, at hann ikki ætlar sær spyrja floksformannin, um hann hevur alkoholtrupulleikar.
Engell fór
Ein, sum hevur upplivað hvussu nakað nógv av tí váta slagnum á skeiva staðnum kann kosta politiska lívið, er Hans Engell, fyrrverandi verjumálaráðharri í Danmark. Hans Engell koyrdi fullur, rendi á ein betongklossa og takkaði síðan fyri seg sum formaður fyri Konservativa Fólkaflokkin. Hann heldur tó ikki, at hendingin, sum Jóannes Eidesgaard var fyri, kann samanberast við hansara egnu lagnu.
- Eg var ikki í almennum ørindum, tá hatta hendi og annars kunnu hasar báðar hendingarnar als ikki samanberast, sigur Hans Engell, sum hevur tað við at gerast rættiliga fáorðaður tá hendingin, ið kostaði honum politiska lívið, verður tikin fram.
Tað kemst tó ikki uttanum, at tað var ein hending, har júst alkoholnýtsla var í miðdeplinum, sum gjørdi, at Hans Engell noyddist frá.
- Hatta hendi fyri seks árum síðan, og eg havi sagt tað, sum er vert at siga um hatta. Hasi málini kunnu als ikki samanberast, og Jóannnes Eidesgaard sleppur at klára hasa sakina uttan mínar viðmerkingar, sigur Hans Engell.
Russisk roulette
Óli Breckman, formaður Fólkafloksins, hevur fyrr verið í samngongusamráðingum, har Jóannes Eidesgaard hevur verið uppi at vent sum løgmaður, og kann væl koma í somu støðu aftur. Kann óhepna hendingin á almenna borðhaldinum fara at ávirka møguleikan hjá javnaðarfloksformanninum at gerast eitt nú løgmaður?
- Eg veit ikki um hatta kann fara at gerast ein absolutt forðan ella ein relativ forðan. Um hatta er ein trupulleiki, og tað má Jóannes Eidesgaard sjalvur avgera um tað er, so er tað meira ein persónligur trupulleiki enn ein politiskur trupulleiki. Og um hann fær loyst tann persónliga trupulleikan, so er tann politiski trupulleikin skjótur at loysa, sigur Óli Breckman.
Ikki óvæntað
Fólkafloksformaðurin heldur tað ikki vera løgið, at slíkt, sum tað ið hendi á almenna borðhaldinum hóskvøldið í farnu viku, kemur fyri av og á.
- Man spælir so nógva russiska roulette við alkoholi í almennum samanhangi, og at onkur kúla gongur av við hvørt, má man ikki undrast yvir tað. Tú hevur eina almenna veitslu fyri og eina eftir, har eitt heilt selskap situr og hugnar sær við einum arsenali av gløsum framman fyri sær, og tað er í grundini nokkso undarligt at ikki fleiri óhapp henda enn tað gera. Eg haldi at man sum heild sleppur ótrúliga væl.
Óli Breckman er til reiðar at síggja hendingina sum eitt óheppið mistak, sum ikki fær avleiðingar fyri framtíðar samstarv við Javnaðarflokkin.
- Eg skal ikki sláa hondina av Jóannes Eidesgaard orsakað av hasum. Eg vóni bara at hann sleppur sum frægast burturúr hasari støðuni hann er komin í, og hann skal fáa øll tey bestu ynskini frá mær, sigur Óli Breckman, formaður Fólkafloksins.