- Eg hevði onkran varg í mínari tíð, men eitt er at hava ein – hann hevur tveir ella tríggjar, tað er ikki tað sama, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður, um støðuna, sum Aksel V. Johannesen er í í løtuni.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta heilt eyðsæð viknar um støðuna hjá Akseli V. Johannesen sum stjórnarleiðari og samgonguleiðari.
- Tað styrkir ikki um hansara støðu, bæði sum floksformaður og samgonguleiðari, at ósemjan er í hansara egna flokki. Tað hevði sæð heilt øðrvísi út, um ósemjan var í einum øðrum flokki, sigur fyrrverandi løgmaður.
Hetta er sjálvandi ein avleiðing av, at flokkurin er vorðin so stórur, heldur hann.
- Tað sigst, at Kristian Djurhuus einaferð segði við Petur Mohr Dam, hetta er heilt afturi í 30’unum, tá Javnaðarflokkurin einans hevði tveir tinglimir, at tú kanst hugna tær við tykkum báðum sum tinglimum, men trupulleikarnir koma, tá flokkurin verður stórur. Og eg haldi tað er ein sannleiki í hesum.
- Men nú ber kortini av. Eg haldi ikki, tað hevur verið so vánaligt nakrantíð fyrr. Tað tykist, sum tingmenn ikki kenna tann loyalitet móti flokkinum, sum tingmenn gjørdu fyrr, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at tað er vorðið ov nógv sjálvsøkni í tinginum.
- Eingin leggur merki til tín, um tú bara gongur í takt. Um tú gongur móti streyminum, varnast øll teg. Tað er tað, sum eyðkennir nógv í tinginum í dag, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann minnir á, at 30 av teimum 33, sum sita á tingi í dag, eru borin inn av atkvøðunum, sum flokkurin hevur fingið.
- Einans trý tingfólk hava fingið nokk persónligar atkvøður, til at koma inn á ting, altso 1/33-part av atkvøðunum í Føroyum. Tað eru Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Sonja Jógvansdóttir. Øll hini eru borin inn av atkvøðunum, sum onnur valevni í flokkinum hava fingið, teirra millum valevni, sum ikki blivu vald, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Tað tykist, sum onkur teirra halda, at tey hava borið seg sjálvi inn á ting og tá manglar ofta ein loyalitetur til flokshugsjónina, sigur fyrrverandi løgmaður og vísir á, at tí er tað verri hjá floksformonnunum at halda skil á rekkjunum.
Hann sigur tó eisini, at lobbyisman ikki má undirmetast.
- Okkurt bendir á, at lobbyisman veruliga hevur víst, hvørja styrki hon hevur í hesum málinum. Tá er tað trupult at vera samgonguleiðari og floksformaður, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard heldur, at Aksel V. Johannesen hevur lítið annað val enn at trýsta eina semju ígjøgnum, hóast hon ikki verður so víttfevnandi og radikalt, sum upprunliga ætlað.
- Javnaðarflokkurin vinnur einki upp á eitt val nú, og eg trúgvi, at flokkurin ger hvat sum helst, fyri at sleppa undan tí – og Tjóðveldi somuleiðis. Megnar man at telva seg burtur úr hesi naggatódnina sum er íkomin og fær hetta stórmálið aftur um, so hevur man møguleika at koma væl burtur úr tí, sigur Jóannes Eidesgaard.










