Jóannes Eidesgaard 60 ár

Í gjár gjørdist Jóannes Eidesgaard seksti ár. Jóannes hevur í meira enn 20 ár røkt ein hóp av álitisstørvum vegna Javnaðarflokkin. Hann var valdur á ting í 1990, og árið eftir í 1991 gjørdist hann landstýrismaður í heilsumálum. Truplu kreppuárini 1994-1996 stjórnaði hann fíggjarmálum. Meðan arbeiðsloysi og húsagangir vóru gerandisfyribrygdi, var hann við til at leggja lunnar undir ALS skipanina. Ein skipan sum gjørdist trygdarnetið hjá vanliga føroyinginum í kreppuárunum.
Í 1996 var hann valdur at umboða flokkin á ovastu rók, tá ið hann tók við sum formaður fyri Javnaðarflokkin. Hann var andstøðuleiðari frá 1998-2001. Undir hansara leiðslu var flokkurin sera sjónligur og virkin í andstøðu.  Í 1998 – 2001 umboðaði hann flokkin á Fólkatingi. Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark vóru trupul í 1998 orsakað av bankamálinum. Tað eydnaðist Jóannes saman við Maritu Petersen at tala okkara søk á ein slíkan hátt, at ein sømulig og góð loysn fyri Føroyar  var endin av  bankamálinum.
Í 2004 var Jóannes valdur til løgmann, eftir at hann hevði skipað samgongu  samann við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Sum løgmaður røkti hann uttanríkismál og fekk í lag Hoyvíkssáttmálan.  Føroysk sendistova var latin upp í Íslandi. Hann stóð sum løgmaður á odda fyri arbeiðinum við visjón 2015.
Stórsta einstaka málið hetta skeiðið var uttan iva, at  Samhaldsfasti  var styrktur og útbygdur munandi.  Í samgonguskeiðinum frá 2004-2008 var ein hin stórsta  umfordeilingin  framd ímillum inntøkubólkarnar í Føroyum.  Av samtykta skattalættanum hesi árini fóru 180 mió inn í Samhaldsfasta, soleiðis at útgjaldið kundi økjast úr 700 kr til tær 2.700 kr, sum tað er í dag.  Henda raðfesting av  Samhaldsfasta fer óivað at standa sum ein varði fyri eftirtíðina.  
 Eftir løgtingsvalið í 2008 helt  Jóannes fram sum løgmaður, hesu ferð í samgongu við Tjóðveldi og Miðflokkin. Tá ið henda samgonga slitnaði í september 2008,  tók Jóannes við sum fíggjarmálaráðharri. Hetta starvið røkti hann til hann í februar 2011 boðaði frá, at hann ynskti at gevast sum fíggjarmálaráðharri og sum formaður floksins.
 Jóannes hevur umboðað og tænt Javnaðarflokkinum í nærum øllum álitisstørvum, ið ein politikari kann røkka. At hann hevur nýtt so nógva tíð og orku at umboða Javnaðarflokkin, eru vit  honum sera takksom fyri. Hóast hann nú hevur valt  ikki longur at standa í fremstu røð, so eru vit vís í, at hann framvegis fer at gera sítt til í floksarbeiðinum. Javnaðarflokkurin ynskir Jóannesi hjartaliga til lukku við degnum og vónar, at hann og Anita fáa nøkur góð ár saman við familjuni, nú hann hevur valt at nýta meira av síni tíð saman við sínum nærmastu. Hjartaliga til lukku við teimum seksti árunum og blíðan byr  framyvir
--------
Javnaðarflokkurin