KÍ vann í gjár heili 4-1 á NSÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Jóannes Bjartalíð skoraði tvey av málunum.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna við Jóannes Bjartalíð
Hann hevur skotið 13 mál hetta kappingarárið og heili fimm í kappingini um Løgmanssteypið. Tá er eisini lætt at gloyma hvussu øll málini verða skotin.
Les eisini: Sjónbandasamandráttur av KÍ-NSÍ 4-1
- Eg minnist ikki, sigur Jóannes Bjartalíð, tá hann verður spurdur um fyrra málið í sigrinum á NSÍ.
Les eisini: (Sjónbandasamrøða við Anders Gerber) - Uppiborið at tapa
Ungi málslúkurin leggur tó dent á, at einki er avgjørt enn. Seinna hálvfinalan ímillum NSÍ og KÍ verður spæld við Løkin í Runavík 15. juni.
KÍ – NSÍ 4-1 (3-1)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen, 7.
1-1: Semir Hadzibulic, 15.
2-1: Jóannes Bjartalíð, 26.
3-1: Jóannes Bjartalíð, 35. (br.)
4-1: Páll Klettskarð, 54