Um danski Konservativi flokkurin er bróðurflokkur Óla Breckmanns í løtuni, veit eg ikki, tí Óli hevur spaserað út og inn úr tí flokkinum, ið hvussu er sambært tí hann hevur greitt fjølmiðlunum frá gjøgnum árini. Men Óli sigur jú so nógv!
Hann varð valdur á fólkating, tí hann skuldi sum føroyskt umboð vera óheftur av donskum flokki, men ikki vardi leingi til hann varð innlimaður í danska konservativa flokkin, fyri at berjast móti sosialismuni, sum hann tá segði.
Flokkurin hjá Jóannesi Eidesgaard, sum annars vanliga fór til fólkatingsval við tí boðskapi, at tað var fyrimunur hjá Føroyum at arbeiða saman við danskari javnaðarstjórn, segði seg nú fara at verða leysan av danska bróðurflokkinum til seinasta fólkatingsval, og tað skiltu mong, tí viðferð-in frá bróðurflokkinum hevði ikki verið tespilig; men nú er líkt til at flokkur Jóannes hevur funnið heim aftur í reiðrið.
Avtalan
Avtalan var eftir umstøðunum ein rímiliga góð avtala fyri okkum í Føroyum, men eg skilji væl danska flokkin Vinstra, tá hann vegna donsku veljarafjøldina ikki vil góðkenna avtaluna út frá teim fortreytum, hon er gjørd. Avtalan var av donsku stjórnini knýtt saman við sonevnda hvítusunnupakkanum, og føroysku fólkatingsmenninir seldu sína fólkatingssál við hvørki at atkvøða fyri ella ímóti hvítusunnupakkanum, tí slík støða ávirkar eisini málið. Tað skuldi Jóannes vitað alt um aftan á formansvalið á Fólkatingi í vár.
Mín støða á Fólkatingi hevur annars verið greið, sigur Jóannes at enda í greinini, og tað kann man bara eita Jóannes Eidesgaard fyri at siga, tí sjáldan hevur bæði heimlig og útlendsk pressa brúkt so nógva tíð og so nógv pláss fyri at gita, hvørja støðu føroyska javnaðarumboðið nú fer at hava.
Í hesum fótbóltsdøgum kundi verið freistandi at sammett og sagt, at nú er Jóannes komin á hædd við Óla 1 - 1, tá ræður um at siga sær sjálvum ímóti. Og hesir eru so teir, sum umboða okkum úteftir!
Lisbeth L. Petersen,
løgtingslimur










