Í hesum døgum royndarvenur ársins stjørnuskot í føroyskum fótbólti, Jóannes Bjartalíð í Vejle, sum er liðið hjá Viljormi Davidsen. Vejle spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Jóannes Bjartalíð skeyt 17 mál í effodeildini farna kappingarár. Jóannes Bjartalíð hevur spælt átta U21 landsdystir higartil.
Í dag var fyrsti dagurin Jóannes Bjartalíð vandi við besta liðnum hjá Vejle, hetta skrivar bold.dk.
Ítróttarstjórin í Vejle, Steen Thychosen er glaður fyri tað hann hevur sæð av Jóannesi Bjartalíð til venjingina hjá Vejle í dag. - Vit duga at síggja, at Jóannes Bjartalíð er tryggur frammanfyri málinum, og vit eru forvitnir eftir at læra hvørjar aðrar dygdir hann hevur, sigur Steen Thychosen við bold.dk.
Steen Thychosen sigur við bold.dk, at Jóannes Bjartalíð skal royndarvenja við Vejle alla hesa vikuna.