Jóannes: AB og 07 Vestur vinna

Tað sigur Jóannes Jakobsen, er gestur í FSF Varpinum

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er hjálparvenjari á A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen. Og sambært honum, skulu vit vænta eitt spennandi botnstríð í Betri Deildini hjá monnum

 

Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini

 

Sunnudagin 21. oktober er 26. og næstseinasta umfar í Betri Deildini hjá monnum á skránni. HB hevur vunnið FM, meðan B36, NSÍ og KÍ stríðast um silvur- og bronsukrónurnar. Men eisini í botninum kann blíva spennandi, um vágamenn halda fast í góðu gongdini, og vinna sín dyst á EB/Streymi.

 

At umrøða og meta um komandi umfar í FSF Varpinum hesaferð, er hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen. Og sambært honum, verður einki avgjørt fyrr enn í seinasta umfari í landskappingini.

 

26. umfar í Betri deildini hjá monnum:

Sunnudagin 21. oktober:

AB – Skála (15.00) Beinleiðis á FM1

07 Vestur – EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

B36 – HB (15.00)

KÍ – Suðringar (15.00)

Víkingur – NSÍ (15.00)