Hann hevur í mong ár verið ein av teimum, sum hava verið við til at mynda Sandavág og Vágarnar, og hann hevur eisini verið tingmaður. Føðingardagin var hann burturstaddur.
Jóanis er sandavágsmaður. Foreldrini eru Fía og Andrias Nielsen. Tey eiga trý børn - Ninna, Tóra og Jóanis - sum øll búgva í Sandavági. Jóanis er giftur við Andreu, sum eisini er úr Sandavági. Tey eiga fimm børn - Sølja, Fía Selma, Andrias, Jóanis Albert og Tóri.
Í 1972 fór Jóanis í bankalæru í Føroya Banka í Vágum, og har arbeiddi hann inntil 8. apríl í 1994, tá ið hann segði seg úr starvi. Tá var hann deildarleiðari í Vágum. Tríggjar dagar seinni varð bankin samanlagdur við Sjóvinnubankan.
Í 1995 fór Jóanis á læraraskúla, hann leyk prógv í 1999, og nú er hann lærari á Giljanesi.
Jóanis varð valdur í kommunustýrið í Sandavági á valinum í 1980. Hann var formaður í felagskommununi í Vágum fyrsta valskeiðið, og næsta skeiðið var hann formaður í Sandavágs kommunu. Í 2000 varð Jóanis aftur valdur í bygdarráðið. Jóanis kom á ting tá ið Jørgen Niclassen gjørdist landsstýrismaður í 1998, og hann sat sum eykamaður, inntil Jørgen fór úr starvinum. Hann er framvegis tiltaksmaður hjá Fólkaflokkinum í Vágum.
Jóanis hevur verið sera virkin ítróttarmaður. Hann spældi hondbólt og fótbólt við SÍF, og hann var yvir 40, tá ið hann gavst at spæla hondbólt. Í 1971 gjørdist hann formaður í SÍF. Tann sessin røkti hann í 20 ár, inntil hann tók seg aftur í 2001. Meðan hann hevur sitið í bygdarráðnum, hevur Jóanis ikki hildið tað hóskað seg at vera í SÍF leiðsluni.
Í frítíðini er Jóanis nógv úti í náttúruni. Hann hevur trý føroysk ross, og hann hevur góðan hug til seyðahald. Hann er røktingarmaður á Slættanesi, og tað er so ofta, at hann stimar norður hagar fyri at vita, hvussu tað stendur til. Ikki minst í lembingini, og nú, tá ið 50 ára føðingardagurin er farin afturum, og fjallgongan stendur fyri.
Føðingardagin er Jóanis burturstaddur.