Jóanis bóndi seksti

22. november verður Heimbøbóndin í Søldarfirði tey seinastu mongu árini, Jóanis Olsen, seksti ár.

Jóanis varð føddur um krígslok og vaks upp Heima við Hús í Søldarfirði hjá foreldrunum Bodil og Rólanti, eldru systrunum Dagbjørt og Hervør og yngra bróðurinum Óla Jákupi.
Jóanis fór sum stórur smádrongur til skips, var fyrsta túrin við Óla Hans í Syðrugøtu við Grundik. Hann var í Grønlandi við norðmonnum, var við Herthu hjá Claus Sørensen, sigldi leingi við Havørnini og var eisini onkuntíð við Saturn.
Tá hann hitti Báru hjá Inger og Dáva Jacobsen legðist hann uppi og gjørdist ein av fyrstu og bestu Brøytførarunum í landinum. Í mong ár hevði hann egna lastbilakoyring. Hann festi eisini Heimbøgarðin, sum dótturin Bodil júst hevur yvirtikið og fest. Í mong ár hava Jóanis og Bára verið álitið á Miðbergs Bakaríi, har tey framvegis starvast.
Jóanis og Bára eiga tey trý børnini Inger, Bodil og Rólant og Inger eigur abba- og ommudóttrina Báru, sum er uppkallað eftir ommuni.Nú børnini eru floygd hevur Jóanis selt stóru húsini á Klovadeild og fer nú undir at byggja hús heilt uppi á Gørðum. Føðingardagin eru tey bæði stødd uttanlands.