Hann hevur nú skrivað undir sáttmála við eitt av heimsins størstu, altjóða forløgum, Random House, sum ætlar at geva skaldsøguna Brahmadellarnir, út á fremmandum málum, í fyrstu syftu á týskum.
Informatión skrivar, at hetta er størsta forlag, sum nakrantíð gevur eina føroyska bók út og hetta verður eisini fyrstu ferð í nógv ár, at ein føroysk skaldsøga verður givin út á týskum.