Jóanes Nielsen 50 ár

Leygardagin 5. apríl fylti Jóanes Nielsen rithøvundur í Havn 50 ár.

Jóanes er sonur Marjun, f. Kjærbo, og Svend Nielsen í Havn. Umframt at verða rithøvundur hevur Jóanes verið fiskimaður og arbeiðsmaður. Hann hevur útgivið fleiri bøkur og yrkingarsøvn, sum t.d. yrkingarsøvnini Trettandi mánaðin, Pinnabrenni til sosialismuna, Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin, Naglar í jarðarinnar hús, Kirkjurnar á havsins botni og skaldsøguna, Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar við eiga í Føroyum. Hann hevur eisini skrivað sjónleikin, Eitur nakað land weekend. Í 1996 fekk hann starvsløn frá Statens Kunstfond. Jóanes Nielsen og Rannvá Mortensen búgva yviri við Strond. Hann eigur døturnar Beintu og Katrin. Politikken skrivaði seinasta leygardag, í sambandi við føðingardagin hjá Jóanesi, ?Havde han skrevet på engelsk eller fransk, ville hann være berømt?.