J & K Petersen fekk arbeiðið

Inn komu fýra tilboð at gera bátahylin í Leirvík. Umframt J&K Petersen luttóku P/F Articon, Sp/f Kanjon og Samtakið RTS & JHR í lisitatiónini Í sambandi við at nýggjur bátahylur á Toftanesi í Leirvík skal gerast, hevur býráðið í Eysturkommunu samtykt at taka av lægsta tilboði , ið kom inn og sum var frá J&K Petersen.

Í gjár varð so arbeiðssøkusáttmálin undirskrivaður í býráðssalinum hjá Eysturkommunu. Tað var borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen og stjórin hjá J&K Petersen, Steinálvur Petersen, sum undirskrivaðu sáttmálan.

Arbeiðið at gera bátahylin verður eftir ætlan liðugur 30. apríl næsta ár.