Jóan Símun: Vit ætla at yvirprestera

FM1: Hyggur tú eftur fólkagrundarlagnum, so eru vit ikki realistiskir, sigur toftamaðurin

Enn er óvist um Jóan Símun Edmundsson verður førur fyri at spæla dystin móti Malta seinni í dag. Hann fór av vøllinum tíðliga í venjingini í gjár. Hann hevur trupulleikar við knænum, sum hann meiðslaði í fjør. Undan støðuni til venjingina fekk FM1 orðið á toftamannin, sum er í góðari dystarvenjing. Arminia Bielefeld og 2. Bundesligan hevur verið í gongd í meiri enn ein mánað.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Vit høvdu eina trupla tíð í oktober, november og desember, men nú hava vit fingið nógv stig og tað hevur gingið væl. Eg hevði kanska vóna sjálvur at skora nøkur fleiri mál, men eg havi byrjað hvønn dyst og tað er super, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Les eisini: Jóan Símun skaddur

 

Hann var ikki við, tá Føroyar í november í fjør spældi seinasta dystin í bólkaspælinum í Nations League móti Malta. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

- Eg sá dystin og helt at vit til tíðir spældu væl. Tað manglaði kanska líka tað síðsta í og vit koma ikki til nóg nógvar stórar kjansir. Eg gleði meg bara at sleppa at spæla landsdyst og gera mítt besta. So mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur, sigur framherjin og leggur afturat:

 

- Sum føroyskur landsliðsspælari droymur tú nógv. Vit ætla at yvirprestera hvørja ferð. Um tú hyggur eftir fólkagrundarlagnum, so eru vit slett ikki realistiskir, men vit meta at vit hava góðar møguleikar við hesum hópinum. Vit vóru nokk skuffaðir av, at ikki fáa meiri burturúr í fjør. Nú er tað okkara uppgáva at reisa okkum og fyrsti møguleikin er nú, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Ynskið er ein sigur, men toftamaðurin í Arminia Bielefeld veit eisini, at maltesar hugsa tað sama.

 

- Vit fara eftir at vinna, men vit vita eisini at teir hava nakrar fínar spælarar. Teir eru á heimavølli og síggja helst dystin júst sum vit. Teir verða eisini skuffaðir, um teir ikki vinna. Soleiðis er fótbóltur, men sjálvandi fara vit eftir stigunum, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Um Jóan Símun Edmundsson verður klárur til dystin, verður greitt klokkan 17 í dag, tá dysturin millum Malta og Føroyar byrjar. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.