Jóan Símun: Vit gera ov nógv mistøk

(FM1) Hoyr føroyingin í 2. bundesligu seta orð á stóra vónbrotið ímóti Aserbadjan

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum Tróndur Arge gjørdi við Jóan Símun Edmundson beinleiðis á FM1 aftaná Jóan Símun og liðfelagarnir á landsliðnum høvdu tapt 0-3 ímóti Aserbadjan á Tórsvølli.

 

- Vit gera ov nógv mistøk og vit missa ov nógvar lættar bóltar, staðfestir Jóan Símun Edmundsson, ið leggur aftrat, at føroysku spælararnir vóru alt ov óneyvir, og tað kostaði dýrt.

 

Um egna avrikið Jóan Símun hevði í høgru síðu heldur hann, at talan var um eitt misjavnt avrik.

 

Føroyingurin í 2. bundesligu vil eisini stríðast fyri at fáa eina endurreisn sunnudagin tá Kosovo kemur á vitjan.